Spæla í Klaksvík í kvøld

Ætlanin er at fáa kavan burtur, so tað verður møguleiki at spæla finaluna í Klaksvíkskappingini í kvøld

Longu leygarkvøldið varð avgerð tikin um, at tað orsaka av veðri ikki fór at bera til at spæla finaluna í Klaksvíkskappingini sunnudagin soleiðis, sum tað annars varð ætlað.

Spurningurin, um finalan fór at verða spæld ella ikki, varð svaraður sunnudagin, tá ið boð vórðu givin um, at KÍ og HB skulu spæla finaluna á vøllinum í Klaksvík týskvøldið klokkan 18.

Í nátt og í morgun kavaði tað aftur, og á middegi í dag sá vøllurin í Klaksvík soleiðis út, sum myndin vísir.

Úr Klaksvík verður sagt, at tað framvegis er ætlanin at spæla finaluna í kvøld. Vøllurin verður ruddaður seinnapartin, og so verða umstøðurnar mettar at fara at vera nóð góðar at spæla fótbólt.

Leygardagin vann HB 2-0 á NSÍ. Dysturin millum KÍ og B36 endaði málleysur, og KÍ vann brotssparkskappingina 4-3.