Spæla móti Danmark um triðja plássið

Um eina løtu fer føroyska U17 Kvinnulandsliðið í flogbólti at spæla ímóti Danmark um triðja plássið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U17, meðan Svøríki spælir móti Finlandi um fyrsta og annað plássið.

Um eina løtu fer føroyska U17 Kvinnulandsliðið í flogbólti at spæla ímóti Danmark um triðja plássið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U17, meðan Svøríki spælir móti Finlandi um fyrsta og annað plássið.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar kl. 11.10 og verður spældur í the National Volleyball Centre í Kettering, sum liggur norðanfyri London.

 

Tað er enska flogbóltssambandið, sum í ár skipar fyri 2014 Northern European Volleyball Zonal Association U17 Championships, har landsliðini úr Føroyum, Íslandi, Norra, Svøríki, Finlandi og Danmark luttakað.

 

Kvinnurnar á Føroyska U17 flogbóltslandsliðnum eru: Sirið Anthoniusen frá Mjølnir, Katharina Dalsgaard-Jakobsen, Magnhild Jacobsen, Súsanna Ludvig og Eva Winther Nagata úr Fleyr, Anna Sunadóttir Hansen, Kristina Mouritsen, Barbara Herdalur Poulsen og Jórunn Elisdóttir Wang úr Drátti, Sharon Holm úr TB og Maria Sarita Lorenzen úr SÍ, sum eisini væntar á myndini. Venjarar eru Berit Norðoy Vilhelmsen og Marjun Kalsø og lið- og ferðaleiðari er Christian Nagata.

 

Til ber at síggja dystin streamaðan á  http://www.ustream.tv/channel/peder-dahl-s-livestream?utm_source=crowd-live-backend&utm_medium=visit-channel&utm_campaign=notifications ella við at fara inná facebook profilin hjá Flogbóltssambandi Føroya, har dysturin verður varpaður út live.