Spæla um triðja plássið móti Danmark

Føroyska U17 landsliðið hjá kvinnum tapti í kvøld semifinaluna móti Finnlandi.

Føroyska U17 flogbóltslandsliðið hjá kvinnum tapti í kvøld semifinaluna í NEVZA U17 2004 kappingini móti Finnlandi.

 

Finnland var frammanundan mett at vera sterkasta liðið og tað gjørdist eisini greitt í semifinaluni, at finska liðið var ómetaliga sterkt.

 

Gongdin var tann sama í øllum trimum settunum. Finnland vann sær eina trygga leiðslu tíðliga í settinum og føroysku genturnar megnaðu ongantíð at svara aftur. Spakuliga gjørdist leiðslan størri og størri, og finsku genturnar vunnu tryggan sigur í øllum trimum settunum. Finnland vann 3-0 og settúrslitini vóru 25-9, 25-10 og 25-8.

 

Í morginárini klokkan 11.10 skulu føroysku genturnar spæla um bronsuna. Mótstøðuliðið í bronsufinaluni verður Danmark.

 

Dysturin sæst við at trýsta her, umframt at Facebooksíðan hjá Føroyska flogbóltssambandinum fer at hava beinleiðis dagføring frá dystinum.

 

Les eisini Føroyar í semifinalu