Spælararnir fara at krevja øðrvísi treytir

Fótbóltur: Útisetarnir á landsliðnum tosa við heimligu spælararnar, fyri at samskipa krøvini til FSF

Tá landsliðið er liðugt við stríðið ímóti velduga Spania komandi leygarkvøld er henda HM undankappingin liðug.

Fótbótssambandið er langt síðani farið undir fyrireikingar til næstu EM undankappingina, og teir hava hava fyrr í heyst gjørt nýggja samstarvsavtalu við Allan Simonsen.

Avtalan, sum spælararnir og FSF gjørdu, á vári í 1995, rakk til HM undankappingin var liðug, og verður tað, sum Todi Jónsson vil, so verður avtalan fyri komandi EM undankappingina øðrvísi, enn tann hevur verið, sum teir hava havt higartil.


FSF hevur hildið seg til avtaluna

Todi Jónsson hevur áður sagt, at hann heldur ikki, at avtalan, sum spælararnir nú hava, hevur verið nóg góð. Hann var so misnøgdur í fjør, at hann spældi ikki við, tá Slovakia var á Svangaskarði, men so bjóðaði Farodane sær til at gera eina serliga avtalu við superliguspælaran. Henda avtalan galt bara fyri tríggjar dystir, men í hesum árinum hevur Todi Jónsson spælt undir somu treytum sum hinir hava spælt.

­ Jan Allan Müller, Jákup Mikkelsen og eg sendu FSF nøkur sera rímulig krøv fyrr í ár, men vit fingu nei, og FSF segði, at teir vildu halda seg til avtaluna, sum teir høvdu gjørt. Tá teir góvu hetta svarið, valdu vit at bíða til sáttmálaskeiðið var liðugt, og so verður tað nú, at vit skulu samráðast um eina nýggja avtalu.


Ikki órímilig krøv

Todi Jónsson sigur, at tá liðfelagarnir eru komnir aftur úr Spania, ætla teir í Danmark at tosa við teir, sum búgva og spæla í Føroyum. Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað, landsliðsspælararnir vilja hava, verður samskipað.

Men hvat er tað, sum tit so fegnir vilja broyta?

­ Talan er ikki um serliga stórar broytingar, og tær kosta ikki serliga nógvar pengar. Eitt er at vit halda, at vit áttu at fingið fleiri pengar fyri at vinna á teimum liðunum, sum eru á hædd við okkum ella kanska eru eitt lítið sindur betri. Okkum standa nógv størri upphæddir í boði, um vit vinna ímóti Spania, enn vit fáa fyri at vinna t.d. ímóti Malta.

­ Tað hevur víst seg, at áhugin í Føroyum fyri heimadystunum t.d. ímóti Malta hevur verið sera stórur, og vit halda, at tað hevði verið rímuligt, um vit fingu meiri burturúr meirinntøkuni, sum FSF fær. Hetta er nakað, sum er veruleikanært, meðan tað er meiri veruleikafjart at fáa fatur á upphæddirnar, sum okkum stendur í boði, um vit vinna ímóti Spania, vísir Todi Jónsson á.

Sáttmálin, sum nú er galdandi, kom í lag í sambandi við venjingarleguna, sum landsliðið var á niðri á Kypros seinnapartin av februar í 1995.

Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, hevur fleiri ferðir víst á, at teir hava gjørt eina avtalu, sum teir hildu seg til. Hon var galdandi til og við dystinum niðri í Spania. Og so hevur hann lagt afturat, at FSF var til reiðar at samráðast av nýggjum, tá gamla avtalan var runnin út.