KÍ verður uttan Latif Ahmed í seinna “play-off” dystinum móti FC Sheriff Tiraspol úr Moldova. Tað skrivar Norðlýsið. 20 ára gamli ganesarin er nú á veg aftur til Føroya, tí myndugleikarnir í Moldova mettu ikki, at papírini vóru í ordan.
Portal.fo, sum er við á ferðini, skrivaði í gjár, at Latif Ahmed stóð eftir á flogvøllinum, tá ferðalagið hjá KÍ kom til Moldova. Í dag skrivar Norðlýsið, sum hevur verið í samband við Eyðstein Poulsen, nevndarlimi í KÍ.
Hann greiðir frá, at tað var tungt at dansa við myndugleikarnar í Moldova og at Latif Ahmed hevði sitið fyri seg sjálvan á flogvøllinum, tí ongin slapp inn til unga spælaran. Hann er nú á veg aftur til Føroya og verður ikki ein partur av dystinum í kvøld.
- Systemið hevur verið tungt at dansa við her eysturi, men nú er bara eftir hjá okkum at geva alt á vøllinum í kvøld, so alt hetta verður gloymt, sigur Eyðstein Poulsen við Norðlýsið at enda við Norðlýsið.
Avgerandi dysturin millum FC Sheriff og KÍ verður í kvøld klokkan 18.