Hann var við á liðnum hjá Havnar Bridgefelag, sum í 1958 var í Íslandi og spældi ímóti Keflavíkar Bridgefelag. Hinir á liðnum ta ferðina fóru Palli Henriksen, Gullak Zachariassen, Poul Guttesen, Adler Olsen og Finn Winther.
Upp gjøgnum árini hevur Reimar verið á fleiri liðum, sum hava spælt móti vitjandi norðurlendskum liðum og verið uttanlands á føroyskum liðum. Haraftrat hevur hann luttikið í fleiri norðurlendskum kappingum.
Hugin at fara burtur at spæla hevur Reimar ikki lagt av, og seinastu árini hevur hann gjørt fleiri bridgeferðir, einamest saman við Georg Egholm, sum er ein av makkarum hansara.
Viðhvørt fara teir út at ferðast, og á hotellinum finna teir fram til okkurt bridgefelag í býnum.
Men oftast fara teir serligar bridgeferðir, ið fyriskipaðar verða úr Danmark.
Teir hava verið til alskyns kappingar longur burturi.
Teir hava t.d. verið á Florida, tríggjar ferðir í Karibia, tvær ferðir í Rumenia, teir hava verið í Kina, Turkalandi, Martokko og aðrastaðni, og nakrar ferðir hevur Reimar vitjað Georg, tá hann hevur arbeitt í Suðurafrika, og har spældu teir eisini.
Mangan hava teir vunnið í kappingunum, teir hava luttikið í.
Nú í januar gongur leiðin til Egyptalands.
Reimar minnist eina ferðina, teir spældu í einum bridgefelag í Marokko. Meldikassar vórðu ikki brúktir, so teir noyddust at læra seg eitt sindur av fronskum fyri at kunna spæla og siga síni meld.
Reimar kom tá heilt í neyð, tí hann hevði gloymt, hvussu ?seks? æt á fronskum og kom tí at melda sjey kleyvarar í staðin fyri seks kleyvarar. Tá stóð nógv á, men endin var, at Reimar harvið vann stórt.
- Tað er ógvuliga stuttligt at hava henda møguleikan at ferðast og samstundis hava møguleikan at spæla. Við tað at vit spæla koma vit eisini í sambamnd við nógv fólk, sigur Reimar.