Verandi heims- og evropameistararnir úr Spania fingu ikki júst eina dreymabyrjan í EM-endaspælinum, tá ið teir í kvøld í bólki C spældu javnleik 1-1 ímóti Italia.
Fyrri hálvleikur var merktur av høgari leikferð og góðum málmøguleikum, men Spania tóktist - hóast greiða yvirvág í spælinum - hava tørv á einum føddum áleypara, meðan Italia lúrdi og fekk spælt sær til nakrar góðar málmøguleikar.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Mario Balotelli fekk tíðliga í seinna hálvleiki ein risa málmøguleika, tá ið hann slapp at renna púra leysur mótvegis málinum. Hann tók sær tó alt ov góða tíð, varð steðgaður av Sergio Ramos og stutt eftir útskiftur.
Í hansara stað kom 34 ára gamli Antonio Di Natale. Hann skuldi bara brúka fimm minuttir á vøllinum, og so hevði hann heldur óvæntað lagt Italia á odda 1-0. Hann varð spældur púra leysur og sveik ikki álitið einsamallur við Iker Casillas.
Leiðslan helt sær bara í tríggjar minuttir. Tá rundaði Cesc Fàbregas eitt frálíka væl spælt álop av við at langa bóltin í netið til 1-1. David Silva stóð fyri upplegginum.
Eitt korter fyri leiklok varð Fernando Torres settur á vøllin, og tað gav meiri dýpd í spælið hjá Spania. Hann var eisini leikarin, sum fekk tveir teir greitt størstu málmøguleikarnar. Í fyrstu royndini gjørdist hann púra leysur, men rak ov langt og varð steðgaður av Gianluigi Buffon. Í seinnu royndini lyfti hann bóltin upp um Buffon, men tó eisini upp um málið.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og hava Írland ella Kroatia nú møguleika at leggja seg á odda í bólki C, tá ið tey bresta saman kl.19.45.
Spania - Italia 1-1 (0-0)
0-1: Antonio Di Natale, 61.
1-1: Cesc Fàbregas, 64.
Spania (4-3-3): Casillas - Arbeloa, Pique, Ramos, Alba - Alonso, Busquets, Xavi - Iniesta, Fabregas (74. Torres) Silva (64. Navas)
Italia (3-5-2): Buffon - Chiellini, De Rossi, Bonucci - Giaccherini, Marchisio, Pirlo, Motta (90. Nocerino) Maggio - Balotelli (56. Di Natale) Cassano (65. Giovinco)
Dómari: Viktor Kassai (Ungarn)