Finaluumfarið í Deild A í Nations League verður avgreitt í Niðurlondum millum 14. og 18. juni.
Dystirnir vera leiktir í Rotterdam og í Enchede.
14. juni leika Niðurlond og Kroatia hálvfinalu, og 15. juni verður ein sannur klassikkari á skránni, tá Spania og Italia møtast í hinari hálvfinaluni.
Finalan í Nations League verður leikt 18. juni.