Nú er tað greitt, at Føroyar leggja fyri í EM undankappingini við tveimum dystum á útivølli í mars.
Tann fyrri verður á Malta leygardagin 23. mars klokkan 17.00, og tann seinni verður í Rumenia týsdagain 26. mars klokkan 18.45.
Fyrsti heimadysturin verður fríggjadagin sjeynda juni klokkan 19.45, tá ið sponsku heimsstjørnurnar fara at vitja á Tórsvølli. Tríggjar dagar seinni – mánadagin tíggjunda juni klokkan 19.45 – verður Noreg gestur í Føroyum.
Hósdagin fimta september klokkan 19.45 eiga Føroyar heimavøll ímóti Svøríki, og tríggjar dagar seinni – sunnudagin áttanda september klokkan 14.00 – skulu Føroyar í eldin suðuri í Spania.
Leygardagin tólvta oktober vitjar Rumenia í Føroyum, og týsdagin fimtanda oktober eiga Føroyar heimavøll ímóti Malta. Dysturin ímóti Rumenia verður klokkan 17.00, og tann ímóti Malta verður klokkan 19.45.
Um miðjan november eru tveir teir síðstu dystirnir – báðir á útivølli:
Fríggjadagin fimtanda november skulu Føroyar spæla í Norra og mánadagin átjanda november verður punktum sett á útivølli ímóti Svøríki. Dystirnir í Norra og Svøríki vera klokkan 19.45 føroyska tíð.