Tað er eitt spanskt landslið, ið er undir endurbygnaði, ið kemur at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli 7. juni.
Nú hevur spanski landsliðsvenjarin, Luis Enrique, kunngjørt hópin ímóti Føroyum og Svøríki, ið Spania hittir 10. juni samstundis sum Føroyar spæla ímóti Noregi.
Hópurin er ein blanding av royndum og ungum leikarum. Tveir av heimsmeistarunum frá 2010, Sergio Ramos og Sergio Busquets eru úttiknir, og afturat teimum eru tveir afturat eftir frá liðnum, ið gjørdist Evropameistari í 2012. Teir eru Jordi Alba og so Santi Cazorla, ið ger comeback á landsliðnum eftir fýra ár við drúgvum skaðum. Bæði Santi Cazorla og Sergio Ramos gjørdust eisini Evropameistarar í 2008.
Hesir leikarar eru úttiknir til dystin í Føroyum 7. juni:
David De Gea
Pau Lopez
Kepa Arrizabalaga
Jordi Alba
Sergio Ramos
Inigo Martinez
Diego Llorente
Mario Hermoso
Dani Carvajal
Jose Luis Gaya
Sergi Roberto
Santi Cazorla
Rodri
Isco
Daniel Parejo
Jesus Navas
Fabian Ruiz Pena
Sergio Busquets
Rodrigo Moreno
Alvaro Morata
Iago Aspas
Mikel Oyarzabal
Marco Asensio