Spania vil hava Puigdemont handtiknan í Danmark

Katalanski loysingarleiðarin vitjar Danmark eftir at hava verið í útlegd í Belgia síðani oktober

Spania vil hava katalanska loysingaleiðarin Carles Puigdemont handtiknan, um hann fer til Danmarkar. Tað sigur ákærumynduglikin sambært tíðindastovuni AFP.

 

Puigdemont skal eftir ætlan taka lut í kjakfundi á Københavns Universitet í morgin og skal eisini á fund við fólkatingspolitikarar týsdagin.

 

Verturin á tiltakinum í morgin, Mikkel Vedby Rasmussen, upplýsti í dag í einum smsi, at hann ikki hevur hoyrt um broytingar í ferðaætlanunum hjá Puigdemont.

 

Sponsku myndugleikarnir hava sent út boð um at handtaka katalanska loysingarleiðaran, sum hevur verið í útelgd í Brússel síðani oktober.

 

Tað merkir, at hann verður handtikin, um hann fer heim.

 

Men tey evropisku handtøkuboðini, sum vóru um Puigdemont, vórðu fyrst í desember tikin aftur.

 

Tað var hægstarættardómarin Pablo Llarena, sum tók avgerðina. Hann segði orøkina millum annað vera, at handtøkuboðini fóru at gera tað truplari at kanna landspartaleiðarar.

 

Spanski ákærumyndugleikin sigur í dag, at um Puigdemont fer til Keypmannahavnar, fer hann at biðja ein hægstarættardómara um at senda út handtøkuboð og biðja Danmark um at útflýggja hann.

 

Men so skulu tey skunda metnógv við at skriva út handtøkuboðini, skrivar AFP.

 

Puigdemont stóð sum katalansku forseti á odda fyri umstríddari fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Frammanundan hevði grundlógardómstólurin lýst atkvøðuna ógylduga.

 

Fólkaatkvøðan var 1. oktober.

 

Færri enn helvtin av veljarunum í Katalonia vóru á vali. Av teimum atkvøddu níggju av tíggju fyri loysing.

 

Ein lítlan mánaða seinni lýsti ein lítil meiriluti í landspartatinginum Katalonia fyri at vera sjálvstøðugt.

 

Sama dag upploysti spanska miðstjørnin ladnspartatingi, koyrdi stjórnina frá, skrivaði út núval í Katalonia og tók við stjórnini í landspartinum.

 

Á valinum til landspartatingið í Katalonia gjørdist flokkurin Ciudadanos, sum vil varðveita landspartin í Spania, størsti flokkur.

 

Men tað vóru teir flokkar, sum vilja hava loysing, sum til samans fingu meiriluta.

 

Harvið er støðan í ríka landspartinum enn óviss.

 

Í morgin skal Puigdemont peika á, hvønn hann vil hava til nýggjan leiðara í landspartinum.

 

Puigdemont og stuðlar hansara vilja, at hann sjálvur skal leiða Katalonia úr útlegd.

 

Men tað vil spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy ikki hoyra talan um.

 

Um tingið roynir at fáa Puigdemont valdan sum sjálvstýrisforseta aftur, fer Madrid at taka beinleiðis stýringina av landspartinum.

 

Um ikki ein nýggj katalans stjórn er skipað innan apríl, verður nýval skrivað út landspartinum.

 

/ritzau/