Tað stendur ikki á hjá føroysku peningastovnunum at koma við góðum roknskaparúrslitum. Fyri stuttari tíð síðan kom Føroya Banki við enn einum rimmar úrslitið, og í gjár, legði Sparikassin fram roknskap sín fyri 1998 og hann er heldur ikki at forsmáa.
Avlopið hjá Sparikassanum í fjør var uppá góðar 39 mió. krónur áðrenn skatt.
Úrslitið er væl hægri enn tað var í fjør tá roknskapurin gav eitt avlop uppá góðar fimm mió. krónur.
Inntøkurnar falnar
Verður roknskapurin sundurgreinaður, so sæst, at inntøkurnar hjá Sparikassanum eru falnar eitt vet, sammett við ári fyri. Rentan á vanligum útlánum er økt í samsvari við at útlánsmassin er øktur, men havast skal samstundis í hugs, at rentan á heimsmarknaðinum - og tí eisini her heima hjá okkum - er fallin, og er so lág, sum ongantíð áður.
Rentuinntøkurnar av lánsbrøvum eru falnar við júst somu upphædd, sum inntøkuøkingin av útlánum. Í 1997 var rentuinntøkan av lánsbrøvum knappar 53 mió. krónur, meðan hon í 1998 fall til góðar 41 mió. krónur.
Rentuútreiðslurnar eru harafturímóti øktar eitt sindur. Eisini hetta er í samsvari við nøgdina av innlánum, tí innlánini í Sparikassanum øktust við góðum 114 mió. krónum í 1998. Størsti vøksturin er á vanligum innlánum, teimum uttan uppsøgn.
Dýrt at endurnýggja edv-skipanirnir
Umsitingarútreiðslurnar hjá Sparikassanum øktust nógv í 1998. Serliga eru tað aðrar umsitingarútreiðslur, sum eru øktar nógv eins og útreiðslur til eftirlønir eru tað.
Posturin fjalir m. a. út yvir edvðútreiðslurnar, og tað er her, at tær allarstørstu hækkingarnar liggja.
Rættiliga fitt av peningi er brúktur uppá ár 2000 trupulleikan og tað er kostnaðarmikið. Samstundis hevur Elektron, sum peningastovnarnir eiga, eisini brúkt nógva orku til at loysa ár 2000 trupulleikum, og hetta hava eigararnir goldið fyri.
Ein onnur frágreiðing til øktu edv-útreiðslurnar er, at Elektron er í holt við at gera eina heilt nýggja avgreiðsluskipan til peningastovnarnar, og hetta er eitt rættiliga stór og dýr verkætlan.
Tá tað er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at nýggja avgreiðsluskipanin gevur peningastovnunum nógvar rationaliseringsmøguleikar, so peningurin, sum brúktur er kemur uttan iva inn aftur.
Lægri avskrivingar
Verður hugt eftir roknskapinum fyri 1997, so sæst, at Sparikassin tá avskrivaði um 27 mió. krónur uppá bygningar og grundøki, meðan hann í ár bert avskrivar góðar 8 milliónir.
Frágreiðingin til hetta er, at Sparikassin heldur seg til reglugerðina hjá Fíggjareftirlitinum og hon hevði við sær eitt stórt niðurskrivingarvirði í 1997.
Hesin avskrivingarháttur hevði í 1997 við sær eitt stórt niðurskrivingarvirði, meðan tað í fjør varð niðurskrivað nógv minni.
Tað skal tó leggjast afturat, at av tí at avskrivingarnar eru so nógv lægri í 1998, so verður úrslitið væl betri av somu orsøk skilst.
Vinnulánini økjast
Sum nevnt frammanfyri, so eru bæði útlán og innlán í Sparikassanum økt í 1998. Útlánini øktust við góðum 130 milliónum, meðan innlánini øktust við góðum 114 mió. krónum.
Vøksturin í útlánunum upp á tær 130 mió. krónurnar er ikki so stórur tá hugsað verður um, at Sparikassin nú eisini hevur møguleika at lána til vinnulívið við.
? Sparikassin fer ikki at loypa á bláman tá talan er um vinnulán, men vit halda sjálvir, at vit hava lænt heilt fitt út til vinnulívið, sigur Marner Jacobsen, stjóri og leggur afturat, at sparikassin í hvørjum einstøkum føri metir um hvussu burðardygg ein verkætlan er, og so verður fíggingin latin samsvarndi niðurstøðuni.
Eginognin hjá Sparikassanum er nú 678 milliónir krónur.
Minni tøkur peningur
Uttan at tað tó skal síggjast sum eitt vandatekin, so hevur Sparikassin ikki so nógvan tøkan pening við árslok í 1998, sum í hann hevði í 1997.
Kassapeningurin er á leið tann sami, sum hann var, meðan áognin í eitt nú tjóðbankanum er um 30 mió. krónur móti 80 mió. krónum við árslok 1997.
Samanlagt er tøki peningurin 100 mió. krónur lægri enn hann var við árslok 1997, men fyri tað hevur sparikassin umleið 900 mió. krónur tøkar.
Grundraksturin ikki tað hann hevur verið
Samanumtikið má sigast, at úrslitið hjá Sparikassanum er væl betri enn tað var í 1997, av teimum omanfyrinevndu orsøkunum.
Tó skal leggjast afturat, at úrslitið av grundrakstrinum er munandi versnað sammett við árini frammanundan. Úrslitið av grundrakstrinum hevur seinastu árini ligið millum 53 og 60 mió. krónur, men í 1998 var tað komið heilt niður á 46 mió. krónur.
Ein av orsøkunum er, sum sagt omanfyri hægri edv-útreiðslur, men tá hetta samstundis er ein íløga, sum kemur at spara seg innaftur eftir fáum árum, so tað er ikki óhugsandi, at júst henda lutfalsliga stóra útreiðsla í ár, kemur at ávirka grundraksturin komandi árini í positivan rætning.
Vit fara í komandi bløðum at gera meira við roknskapin hjá Føroya Sparikassa.