Sparingar í DR: Fleiri rásir fara í søguna

Upp til 400 starvsfólk verða send til hús, sjónvarpsrásirnar gerast dupult so fáar, og tríggjar útvarpsrásir gevast

Upp til 400 starvsfólk verða send til hús, sjónvarpsrásirnar gerast dupult so fáar, og tríggjar útvarpsrásir fara í søguna. 

 

1. januar 2019 verður hetta veruleiki í danska kringvarpinum, Danmarks Radio. Hesar broytingarnar fara at hava við sær eina sparing á 420 milliónir árliga og eru partur av nýggjum public-service sáttmála, sum danski mentamálaráðharrin, Mette Bock, almannakunngjørdi fyrrapartin.

 

Tær siðbundnu sjónvarpsrásirnar fara frá at vera seks til tríggjar. DR1 og Ramasjang halda fram, sum tær eru, meðan DR 2 og DR K sláast saman til eina og somu DR 2 rás. 

 

DR 3 og DR Ultra verða bara til sum talgildar rásir á internetinum. DR vil satsa meira uppá sínar talgildu miðlar, og tað kemur eisini at síggjast aftur á útvarpsrásunum.

 

Les eisini: DR tekur fleiri avhildnar sendingar av skránni

 

Útvarpsrásirnar P6 Beat, P7 Mix og P8 Jazz verða søga, soleiðis at einans fimm útvarpsrásir halda fram. Hesar verða P1, P2, P3, P4 og P5.

 

Sáttmálin verður galdandi frá 2019-2023 og kemur eftir, at danska stjórnin saman við Dansk Folkeparti gjørdi av at skera 20 prosent av játtanini til DR næstu fimm árini. Hetta svarar til 773 milliónir.