Sparkaður í høvdið í miðbýnum í Havn

Ein maður er tikin fyri harðskap og hann situr enn í geglinum

Á midnátt fekk løgreglan boð um at ein blaðungur drongur varð vorðin álopin í miðbýnum í Havn og varð vorðin sparkaður í høvdið.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, gekk skjótt at fáa greiði á, hvat var hent, og hvør álopsmaðurin kundi vera og hann varð so handtikin eina lítla løtu aftan á. Løgreglan visti nevniliga, hvørjum hann hevði fylgst við fyrr um kvøldið, men annars eru ongi vitni til hendingina.

 

Annars roynir løgreglan nú eisini at fáa greiði á, hvussu sambandi annars var ímillum gerningsmaður og offur, og hvat teir høvdu saman, áðrenn tann ungi drongurin varð sparkaður. 

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein gamlan kenning, sum hevur verið í hóslag við løgregluna fleiri ferðir og av tí sama varð hann handtikin og settur í varðhaldið.

 

Løgreglan sigur, at í dag verður so eisini kannað, um grundarlag er at føra tann 25 ára gamla álopsmannin fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan ímeðan málið verður kannað.

 

Drongurin, sum varð sparkaður, var bara 16 ára gamal, og hann hevði sjónlig merkir av harðskapinum. Hann varð førdur á skaðastovuna til kanningar, men løgreglan hevur ikki fingið úrslitið av kanningunum. Hann varð tó útskrivaður aftur beinanvegin.