Sparkaður í høvdið meðan hann lá niðri

Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap

Løgreglan kannar nærri eitt mál um harðskap. Tað snýr seg um tað, sum verður kalla »kvalifiseraður harðskapur«. Ein persónur hevur sparkað ein annan persón í høvdið, meðan viðkomandi lá niðri. 

Hetta var klokkan gott tvey gjáranáttina. Sambært vakleiðaranum á politistøðini kundi hetta verið nógv verri. Men máli verður nú kannað nærri.

Løgreglan kannar eisini víðari málið í Leirvík, har nógvir rútar eru knústir í skúlanum í Leirvík og í einum bussskýli nærhendis. Har eru rættiliga umfatandi skaðar, sigur vaktleiðarin. Har eru spor tryggjað.