Spartacus er deyður

 

Filmsleikarin Andy Whittfield doyði um vikuskiftið heima hjá sær sjálvum í Sydney.

 

Hann er mest kendur fyri at hava verið Spartacus í filminum Spartacus: blood and sands.

 

Hann var í ferð við at spæla inn 2. part, tá hann fekk staðfest krabbamein.

 

Tað merkti at hann í januar mátti steðga at filma og lata høvuðsleiklutin til Liam Mcintyre. Hann var eisini noyddur at steðga model-starvi sínum.

 

Kona hansara sigur, sambært IMBD, at ”Hann doyði í hennara favni sum ein ungur vakur krígsmaður”.

 

(eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)