SPD fyri stórum ósigri

Sum væntað taptu týsku sosialdemokratarnir tey bæði landspartavalini, sum vóru um vikuskiftið. Teir konservativu høvdu stóra framgongd

Týskland
Árni Joensen:

Ósigurin í Niedersachsen og Hessen var ikki bert ein ósigur fyri sosialdemokratiska flokkin SPD, men eisini fyri ríkiskanslaran, Gerhard Schrøder.
Í sínum landspartinum hjá Schrøder, Niedersachsen, misti SPD meirilutan. Á valinum í 1998 fekk flokkurin 47,9 prosent av atkvøðunum, men hesaferð atkvøddu bert 34 prosent fyri flokkinum. Harafturímóti fekk tann konservativi andstøðuflokkurin CDU 47 prosent hesaferð ímóti 35,9 prosentum fyri fýra árum síðani.
Í Hessen gekst lítið mætari hjá sosialdemokratunum. Í hesum landspartinum standa teir konservativu vanliga sterkir, og so var eisini hesaferð. Á valinum í 1998 fekk CDU 43,4 prosent í Hessen og hesaferð næstan 50 prosent. SPD fekk 29,5 prosent ímóti 39,4 prosentum í 1998.
Tey Grønu fingu 7,5 prosent í Niedersachsen og 10,0 prosent í hessen, meðan Fríu Demokratarnir fingu 8,5 prosent í báðum landspørtunum.

Ikki bert kríggið
Tá Gerhard Schrøder og SPD vunnu valið til samveldisdagin seinasta summar, varð sagt, at tað var mótstøða hansara ímóti einum kríggi við Irak, sum bjargaði honum valsigurin. Landspartavalini um vikuskiftið vístu, at hesin politikkurin gagnaði ikki flokkinum nú.
Eygleiðarar í Berlin siga, at nógvir týskarar eru ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak, og at teir styðja kanslaran í tí málinum, men veljararnir hava eisini onnur áhugamál. Eitt nú er arbeiðsloysið farið upp um tíggju prosent, og búskapurin er illa fyri. Roknað verður við, at búskaparvøksturin fer at liggja um eitt prosent í ár.