Special Olympic fótbóltsliðið er ÍtróttaÁTAKIÐ 2022

“Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelagi vann heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2022

Mynd: (Álvur Haraldsen) Páll M. Joensen (t.h) stigtakari saman við Rana D. Christiansen og Róki av Fløtum Jespersen

“Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelagi vann heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum í kvøld.

 

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

 

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk, eru øll mennandi og fevnandi átøk, sum vóru í uppskoti til at fáa heiðurin ÁTAKIÐ 2022.

 

Um ”Special Olympic fótbóltsliðið” verður sagt:

 

”Special Olympic fótbóltsliðið” – Havnar Bóltfelag er átak, har tað hvørja viku verður skipað venjing fyri vaksin við menningartarni, og í oktober umboðaði hetta liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum.

 

Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak. Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður, soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.

 

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Páll M. Joensen (t.h) stigtakari saman við Rana D. Christiansen og Róki av Fløtum Jespersen