- Spell at trøini ikki fáa frið

HERVERK: - Tað er bara so harmiligt at síggja, hvussu eitt slíkt herverk kann oyðileggja so nógv.

Tað sigur Tróndur Leivsson, skógfúti, sum hesar seinastu vikurnar hevur kunnað eygleitt, hvussu herverk er framt móti einum træi fyri og øðrum eftir í Viðarlundini í Havn.

Eins og myndin vísir, hava gerningsfólkini málrættað framt hetta herverkið, sum als ikki er til prýðis í eini annars so vakrari viðarlund.

- Tað sum harmar meg allarmest er tað, at hesi trøini hava kunnað vaksið í friði og náðum í 10 og heilt upp í 30 ár. Og nú verða tey bæði skamfýlað og oyðiløgd soleiðis eftir fáum minuttum, sigur skógfútin. - Trupulleikin er tann, at tað tekur mong ár at fáa trøini at vaksa seg so stór aftur.

Tróndur Leivsson hevur ikki minstu hómingina av, hvør kann hava gjørt hetta. Men halda fólk seg vita okkurt um herverkið, eru tey vælkomin at seta seg í samband við skogfútan.

Herfyri varð herverk framt ímóti fleiri listaverkum í Viðarlundini. Tá varð nevnt, at Tórshavnar kommuna umhugsaði at seta fleiri vakmyndatól upp við hesar standmyndirnar, til tess at fyribyrgja uppaftur fleiri herverkum.

- Vit hava tó ikki nakra ætlan um eitt slíkt stig, slær Tróndur Leivsson fast.

(Mynd: Ole Kristian Valle)