Spennand byggimøguleikar við bátahylin í Leirvík

Økið liggur í einum C2-øki sambært byggisamtyktini, sum merkir, at økið er ætlað til fjølbroytta nýtslu, og hvør umsøkjari kann bert fáa tilluta eitt grundøkið

Eysturkommuna bjóðar nú út grundøkir til bústaðar- og vinnubygging á havnarøkinum í Leirvík.

 

- Partar av matr. nr. 169a á havnarøkinum í Leirvík, sum fevnir um tilsamans sjey grundøkir verða nú boðin út til leigu og at byggja á.

 

Í kommununi vísa tey á, at grundøkini hava fjølbroyttar nýtslumøguleikar. 

 

- Økið liggur í einum C2-øki sambært byggisamtyktini, sum merkir, at økið er ætlað til fjølbroytta nýtslu, eitt nú:

 

* Bústaðir

 

* Bústovnar

 

* Handil

 

* Skrivstovuvirksemi

 

* Lættari vinnu

 

- Hetta gevur góðar møguleikar at menna eitt fjølbroytt øki við bæði bústaðum og vinnu, siga tey í kommununi.

 

Víst verður á, at leigan fyri grundøkini er galdandi leigukostnaðurin hjá Eysturkommunu, núverandi kostnaðurin er 17 krónur fyri fermeturin um árið, umframt mvg.

 

- Hvørt grundøki skal hava sítt matrikulnummar, og kommunan setir treyt til vídd og hædd á bygningunum, og hvussu tey verða staðsett á havnarøkinum.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at uppskot er gjørt sum lýsir byggingina.

 

##med2##

 

- Tilfar um byggingina fæst við at venda sær til Sp/f Sókn Advokatar, Jekaragøta 10, Tórshavn, teldupostur sokn@sokn.fo   

 

Lagt veðrur aftrat, at áhugaði kunnu søkja um grundøki við at senda umsókn til Sp/f Sókn.

 

- Hvør umsøkjari kann bert fáa tilluta eitt grundøkið. Hjún verða at roknað sum ein umsøkjari. Umsøkjarar skulu vera búsitandi í Eysturkommunu.

 

Freistin at søkja er hin 1. mai 2026.