Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur nú lagt ein nýggjan leist fyri EM-undankappingarnar hjá ungdómslandsliðunum, sum verða skipaðar øðrvísi í framtíðini.
Millum annað verður farið frá teimum vanligu bólkaspølunum, vit kenna, til at skipa londini í tvær deildir, har so kappast verður líkasum í tveimum.
Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum greiddi tíðindasendingini hjá Miðlahúsinum frá, hvussu nýggi kappingarleisturin er skipaður. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Hall Danielsen.
Sum sagt, verður fyrsta kappingin eftir nýggja leistinum spæld frá 15. til 21. august næsta ár, og har fer føroyska U18-manslandsliðið at teljast millum teirra, ið skulu kappast.