Kingokórið úr Tjørnuvík fer at syngja, Absalon Matras fer at siga frá um Rumenia, og fólk úr ymiskum bygdum fara at hugleiða á eldradøgunum, har luttøkan er avmarkað. Leguhúsið í Nesvík og Landsfelag Pensjónista skipa mánadagin 21. og týsdagin 22. mars fyri tveimum áhugaverdum døgum fyri fólki, sum eru eldri enn 60 ár.
Byrjað verður mánamorgunin 21. mars klokkan 9.45 og hildið verður á til týsdagin 22. mars klokkan 15.
Fyrireikararnir siga, at skráin fyri eldradagarnar er fjølbroytt, og her verður bæði fimleikur og rørsla.
- Kingokórið úr Tjørnuvík fer at syngja, eins og Absalon Matras fer at siga frá um Rumenia. Fólk úr ymiskum bygdum fara eisini at hava hugleiðingar um seyð, seyðahald og fjallgongu.
Meðan eldradagarnir eru, verður eisini vitjað á Eiðisverkinum og á Eiði.
Annars verða stundir til prát, binding, gongutúrar, og hvat fólk annars kunnu hugsa sær.
Fyrireikararnir siga, at luttakaratalið verður avmarkað, og tí ræður um at tekna seg.
- Tey, ið ætla at tekna seg til eldradagarnar, kunnu ringja á telefon 470000, og seinasta freist at tekna seg er 11. mars.
Lagt verður aftrat, at kostnaðurin fyri tiltakið er við gisting 560 krónur og uttan gisting 510 krónur, tá alt annars er íroknað.