Dagarnar 11.-17. oktobur verður Norðurlendsk Filmsvika í Norðurlandahúsinum. Ymiskir nýggir norðurlendskir filmar verða á skránni, umframt nýtt føroyskt tilfar Ein av lovandi føroysku filmslistamonnunum er 24 ára gamli Heiðrikkur av Heygum. Mest kendur er hann allarhelst fyri tónleika fløguna »An Invisible Gun«, ið kom út á vetri 2007, men hevur eisini gjørt vart við seg innan málningalist og nú eisini filmslist. Seinasta árið hevur hann gingið á Kort- og dokumentarfilmskolen, og frá árinum har sæst úrslitið millum annað í nýggja video-lagnum til sangin »Tár Torna«, ið kann síggjast á YouTube.com.
24 minuttir langi nýggi stuttfilmur hansara »Mítt Rúm« verður millum føroyska tilfarið, hann verður vístur 11. oktobur klokkan 19.
Filmsvikan verður á hesum sinni samstundis sum skúlarnir eru í heystferiu. Tískil verða eisini barnavinarligir filmar á skránni.
Í dag verður tíðindafundur um filmsvikuna, les meira um hetta í Sosialinum í morgin.