Jazzur er á Hvonn hvørt týskvøld. Í kvøld er tað ein sera spennandi bólkur, ið fer at framføra Jazzur á Hvonn týskvøld er eftir øllum at døma vorðið ?the thing to do?.
Jazzur? Tað er frekt, ærligt og beint fram. Soleiðis greiddi ein áhoyrari frá eitt týskvøld eftir at hon hevði verið á Hvonn og lurta eftir jazzi. Týskvøld er eitt gott kvøld at hitta vinfólk, lurta eftir frálíkum jazzi, drekka eina øl ella ein kaffimunn og fáa eitt prát., siga fyrireikararnir.
Jazzur er á Hvonn hvørt týskvøld. Í kvøld er tað ein sera spennandi bólkur, ið fer at framføra. Tað eru báðir guitarsnillingarnir Rúni Eysturlíð og Herluf Lutzen, saman við bass leikaranum Edvard Nyholm Debess, ið fara at leika saman. Rúni og Herluf spældu fyri fyrstu fer á Hvonn fyri fýra vikum síðan uttan bass. Hóast tað var eitt sera væleydnað tónleikakvøld, hava teir hesaferð fingið sær bassin afturat sær.
Tónleikurin byrjar áleið 21 og ynskja ein eitt gott sitipláss, ræður um at vera á Hvonn í góðari tíð.
Tað er Hvonn, Tað er Jazzur, Tað er tað