Spennandi kapprenning millum Team Klaksvík og KÍF

Team Klaksvík vann á StÍF, og nú verður sera týðandi dystur millum KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði komandi mikukvøld

Komandi mikukvøld klokkan 20 sigur hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1 frá dystinum í Burn-mansdeildini millum KÍF og Team Klaksvík, og tann dysturin hevur fingið eina sera spennandi dimensjón nú í kapprenningini um tað fjórða FM-hálvfinaluplássið.

Team Klaksvík vann greiðan 38-31 á StÍF í høllini á Skála fyrr í dag. Í steðginum var Team Klaksvík á oddda 18-11.

Nú er støðan í kapprenningini um fjórða plássið: KÍF 15 stig og Team Klaksvík 13 stig. Vinna klaksvíkingar í Kollafirði mikukvøldið verður talan um eina sera spennandi endaspurt um fjórða plássið. Vinnur KÍF hinvegin er tann seinasti spenningurin farin úr spenningsbalónini.

VÍF og H71 hava longu tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum. Neistin hevur 17 stig, og eru ikki tryggjaðir eitt pláss í FM-hálvfinalunum enn. 

StÍF-Team Klaksvík 31-38 (11-18)

Toppskjúttar StÍF: Jóannes Prestá 11, Bjarni í Selvindi 5 og Pætur Barclay 5.

Toppskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 11, Valentino Valentakovic 6 og Sámal á Tjaldrafløtti 6.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF144353558024
 H71143903306023
 NEISTIN144123733917
 KÍF14362354815
 TEAM KLAKSVÍK15417439-2213
 STÍF16389474-856
 KYNDIL15323403-804