Spennandi summar hjá Smyril Line

Tað sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line. Í morgun klokkan átta leggur Norrøna at bryggju í Hirtshals við yvir 1.000 ferðafólkum - flestu føroyingar, sum fara at halda páskir í Danmark.

Tað er einki óvanligt í tí, at nógv fólk ferðast við Norrønu um páskini, men á Smyril Line fegnast tey kortini, tí mai mánaður sær eisini rættilga góður út.

- Vit hava selt rættiliga væl í Evropa. Eg rokni faktist við, at føroyingar, sum ætla at bíleggja sær ferðaseðil í maimánaði, verða yvirraskaðir, tí vit hava faktiskt ikki so nógv pláss eftir, sigur Henny á Líknargøtu.

Hon sigur, at Smyril Line hevur selt rættiliga nógvar ferðaseðlar til pør, og tað merkir, at nógv fýramanskømur verða seld til tvey. Hetta er ein tænasta, tey veita ferðafólkum uttan fyri hásesongina, og tí fer Norrøna helst at verða fullsett í maimánaði við einum 6-700 ferðafólkum - serliga av evropiska meginlandinum.

- Hetta er ein bólkur av ferðafólkum, sum vit fegin vilja hava fatur á - hetta snýr seg serliga um týskarar, hálendingar og fraklendingar, og tí gera vit nógv fyri, at tey skulu kenna seg væl á cruiseferðini í Norðuratlantshavi, sigur Henny á Líknargøtu.

Hon sigur, at hetta er eitt serligt Viking-Cruise, sum tey bjóða ferðafólkum av evropiska meginlandinum. Talan er um túrin til Íslands, har tey steðga ein lítlan dag í Føroyum hvønn vegin aftur og fram úr Ísalndi, eins og tey eisini steðga í Íslandi, har tey eisini fara útferðir.

- Trupulleikin er bara tann einfaldi, at týskara og aðrir evropearar kenna ikki Føroyar. Av teimum 80 milliónunum, sum búgva í Týsklandi, eru tað kanska bara tvey prosent, sum kenna Føroyar, og tað er ein stór avbjóðing hjá okkum, sigur Henny á Líknargøtu.

Hesin bólkurin av evropiska meginlandium, sum hevur áhuga í eini cruiseferð í Norðuratlantshavi, er fólk í aldrinum fimmti og uppeftir.

Umframt hendan málbólkin, so eru tað eisini ferðafólk, sum ferðast á motorsúkklu, sum hava vaksandi áhuga í at vitja Føroyar. Henny á Líknargøtu sigur, at fleiri av teimum evropisku ferðafólkunum, sum hava verið við, eru áhugað í at vitja aftur í Føroyum.