Spennandi val í Niðurlondum í dag

Klokkan hálvgum sjey í morgun lótu valhølini í Niðurlondum upp, og 12 milliónir fólk hava møguleika at velja 150 limir í tjóðartingið.

Veljarakanningar teir seinastu dagarnar hava víst, at tað stendur at kalla á jøvnum millum tann liberala forsætisráðharran, Mark Rutte, og ta nýggju sosialdemokratisku stjørnuna, Diederik Samsom.

Valstríðið hevur í stóran mun verið um ta truplu búskaparstøðuna og viðurskiftini við tey skuldartyngdu londini í Suðurevropa.

Valhølini lata aftur í kvøld klokkan átta okkara tíð, og stutt aftaná koma tær fyrstu forsagnirnar.