SUPERLIGAN
Tað er væl pallsett í donsku fótbóltskappingini. Síðsta umfarið verður spælt hvítusunnuaftan, og tað verður ikki fyrrenn eftir síðsta bríkslið leygardagin, at tað er greitt, hvør fer at vinna meistaraskapin.
Sunnudagin varð greitt, at tað verður Brøndby ella FCK, sum verður meistari. Esbjerg hevur verið væl fyri, men sunnudagin taptu teir fyri fjóru ferð á rað. Tað ber ikki til í endaspurtinum, um tú ætlar tær at gerast meistari. Í Esbjerg eru teir vónbrotnir av, at teir fingu gummibein og ikki megnaðu at halda tørn, tá ið tað ráddi mest um. Men teir eru samstundis fegnir um, at teir rukku tí, sum teir undan kappingarbyrjan ætlaðu sær.
Hesa ferð tapti Esbjerg í Herning. Hetta var fjórða fer_in, at FCM spældi á nýggja heimavøllinum, og hetta var fjórða ferðin, at teir vunnu. Sigursmálið fingu teir tríggjar minuttir undan leikloki, eftir at Esbjerg hevði verið frammanfyri frá 12. og til 65. minutt. Nógvir fótbóltskeypmenn vóru og sýnaðu egyptiska Mohamed Zidan hjá heimaliðnum. Hann skoraði ikki hesa ferð, men hann spældi væl, og tað er rættuliga sannlíkt, at hann fer at spæla onkra aðra staðni enn í Herning eftir summarsteðgin.
Stóra kappingin
Í Keypmannahavn var Brøndby eina løtu sunnudagin á fyrsta plássinum. Í Valby løgdu teir seg á odda í 5. minutti, og tá ið AaB legði seg á odda í Parkini ímóti FCK, var Brøndby ovast á støðutalvuni. Brøndby økti til 3-0, áðrenn Frem svaraði aftur, og minkaði um munin til 3-1. Tvey tey síðstu Brøndby málini skoraði Andreas Jakobsson, sum verður í svensku miðverjuni, tá ið EM kappingin verður í Portugal um tvær vikur.
Í Parkini stóð leingi ikki so væl til hjá FCK. Todi Jónsson og Álvaro Santos vóru í FCK álopinum. Í 1. hálvleiki fingu teir ikki stóran stuðul aftanífrá. Todi, sum orsaka av lítlari spælitíð ikki er heilt á toppinum, hevði onkrar royndir, sum fóru við síðuna av. Bestu FCK royndina í 1. hálvleiki átti Álvaro Santos, tá ið hann sera hegnisliga tamdi høga sending og sendi bóltin í stólpan.
Tveir minuttr undan hvíldini kom AaB á odda. Undan sunnudegnum varð møguleikin nevndur, at AaB fór at geva FCK sigurin, so FCK gjørdist meistari, og AaB harvið sum tapari í steypafinaluni skuldi vinna pláss í UEFA Cup. Hesum ørvitistosinum gjørdi AaB rudduliga til skammar. Teir vóru álopshugaðir, trýstu heimaliðið aftur á vøllin, og tveir minuttir undan hvíldini stútaði Thomas Augustinussen teir framum eftir innlegg úr høgru.
Eftir steðgin royndi FCK at trýsta. Todi Jónsson varð útskiftur, tá ið ein tími var farin. Tríggjar minuttir undan leikloki varð suðurafrikanski Elri van Heerden settur á vøllin. Hetta var fyrsta royndin hjá honum á FCK liðnum. Fyrstu ferð hann nært bóltinum var, tá ið Álvaro spældi út frá til hansara, og nýggi maðurin úr tjúgu metrum og við innaru síðuni sendi framvið AaB málverjanum, Jimmy Nielsen, sum annars var besti maður á vøllinum. Ovurstórur fagnaður, og FCK hevur framvegis avgerðina í egnum hondum. Tað er eitt stig aftur til Brøndby, sum eftir fyrsta sigurin á útivølli í vár er stórfavorittur á heimavølli ímóti niðurflutta AB.
FCK skal spæla á útivølli ímóti FCN í Farum. Har fara áskoðarainntøkurnar at verða væl størri leygardagin, enn tær plaga at vera. Í FCK kenna teir treytirnar. Teir skulu fáa trý stig burturúr. Meiri spennandi fær tað illa verið.
Niðurflytingin avgjørd
Undan vikuskiftinum var tað greitt, at AB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Sunnudagin høvdu teir í Gladsaxe vitjan av AGF, sum við sigri hevði møguleika at vinna seg fram á sjeynda plássið. AB hevur vunnið síðstu ferðirnar, og teir tykjast ætla at biðja farvæl við manér. Íslendski Helgi Sigurðsson minkaði fyri AGF um munin til 2-1, men AB vann 3-1.
Eftir tapið ímóti Brøndby var greitt, at Frem í hesum umfarinum bara slapp at spæla eitt ár í bestu deildini. Herfølge og FCN hava verið í vanda fyri at flyta niður. Sunnudagn spældu tey 1-1 í Herfølge, og harvið tryggjaðu bæði liðini sær eitt ár afturat í bestu deildijni.
Viborg og OB spældu 2-2. Í OB var einki at síggja til Jákup á Borg. Hann hevur síðstu vikuna spælt tríggjar dystir í Danmarksseriuni, har hann í síðstu viku skoraði eitt mál.
Skráin í 33. og síðsta umfarinum, sum verður leygardagin 29. mai ella hvítusunnuaftan er henda: Brøndby-AB, FCN-FCK, OB-Herfølge, Esbjerg-Frem, AGF-Viborg og AaB-FCM.