Kyndil-Neistin
23-25 (12-10)
Dysturin millum tey bæði havnarliðini hjá monnum byrjaði við, at venjarin hjá Neistanum, Andreas Falkvard Hansen, fekk blómur frá bæði Neistanum og frá Kyndli, sum hann spældi við í fleiri ár, áðrenn hann fór fyrst til H71 og hetta kappingarárið sum spælandi venjari til Neistan.
Andreas fer nú av landinum í arbeiðsørindum, og 32 ára gamli strikuspælarin og arbeiðshesturin fer neyvan at spæla aftur í føroysku 1. deild. Hann hevur í nógv ár verið eitt av kendastu andlitunum í føroyskum ítrótti, ikki bert í hondbólti, men eisini í fótbólti, og hann spældi landsdystir fyri Føroyar í báðum hesum ítróttargreinunum.
Dysturin millum Kyndil og Neistan koyrdi annars nógv aftur og fram. Einu løtuna hevði Kyndil yvirvág, síðani var tað Neistin, og soleiðis skifti tað.
Kyndil legði seg á odda 7-3, men næstu sjey minuttirnar fór Neistin framum 8-7 og seinni eisini 10-8, áðrenn Kyndil fekk seinasta orðið í hálvleikinum, sum endaði 12-10 til teir grønu.
Jacob Jónsson var vandamiklastur hjá Kyndli og skeyt fýra mál í fyrra hálvleiki, meðan Heini Joensen var ein støðug hóttan móti Kyndilsmálinum og skeyt fimm mál.
Í seinna hálvleiki helt Kyndil fram, har teir sleptu í fyrra, og skjótt var støðan 15-11 til oddaliðið. Men so steðgaði oddaliðið fullkomiliga upp. Einki bar til, og málverjin Pétur Magnússon, sum hevði staðið sera væl í fyrra hálvleiki, fekk so at siga einki fyrstu løturnar aftan á steðgin. Tað gjørdi starvsfelagin hjá honum í hinum endanum, Bogi Henriksen, harafturímóti. Hann hevði ikki verið so eyðsýndur í fyrra hálvleiki, men hevði fleiri bjargingar í seinna hálvleiki. Kyndil fekk einki mál í samfullar 13 minuttir, meðan tað skolaði inn í hinum endanum av vøllinum. Neistin vendi støðuni til egnan fyrimun frá 11-15 til 18-15, og tað sum hevði sæð út til at gerast enn ein væntaður sigur til Kyndil móti Neistanum, bleiv í staðin ein spennandi uppgerð millum tvey javnt góð lið.
Andreas setti
sjálvur punktum
Tá tað hevur staðið á, hevur spælandi venjarin hjá Kyndli, Jacob Jónsson, sum oftast verið drúgvur, og hann megnaði eisini við tveimum skjótum málum at minka um munin til 17-18. Men Neistamenn hildu fast, og Andreas F. Hansen skeyt tvey tey seinastu málini hjá Neistanum, áðrenn hann við hálvumøðrum minutti eftir bleiv útvístur í tveir minuttir! Sostatt endaði hesin fyri hann serligi dysturin eitt sindur óheppið, men tað góvu tey flestu sær lítið far um, tí tá var Neistin frammanfyri 25-20, og ov lítil tíð var eftir hjá Kyndli at koma afturíaftur.
Móti endanum bleiv tað annars eitt sindur heitt millum partarnar, og Kyndilsmenn vóru ikki altíð heilt nøgdir við dømingina. Men tað eru ikki dómararnir, sum skjóta málini, og hóast Kyndil fekk trý av slagnum seinastu tveir minuttirnar, var tað ov seint. Í seinastu sekundunum fekk Karl Oddmar Rasmussen hjá Neistanum reyða kortið fyri at hava verið alt ov harðligur móti einum mótstøðumanni í verjuni. Ikki sørt tápuligt og púra óneyðugt, tí dysturin var avgjørdur, og tí var lítil orsøk til at fáa eitt leikbann, sum hann fær nú. Brotskastið, sum fylgdi, skeyt Jacob Jónsson, men Bogi Henriksen bjargaði, og tað var rættiliga súmbolskt fyri dystin.
Tá tað var liðugt, var eingin fegnari enn Neistavenjarin Andreas Falkvard Hansen, sum á henda hátt fekk best hugsandi úrslit í sínum seinasta dysti í kappingini. Men eisini vestmenningar, hoyvíkingar og strandingar kundu fegnast saman við Neistanum, tí úrslitið gav VÍF, H71 og StÍF ein óvæntaðan bjargingarkrans í FM-stríðnum, sum nú er púra opið aftur.
Og Neistin hevur neyvan uppgivið at fáa heiðursmerki, hóast teir nú missa venjaran, sum framum allar hinar átti løtuna sunnudagin.