Managarin hjá teimum, Clifford (Richard E. Grant) er upp undir hendur í arbeiði. Tað er fyrstu fer, at Spice Girls skulu á pallin framman fyri einum so stórum publikumi, og nervarnir eru við at breiða seg. Tann valdsmikli blaðstjórin á tabloidblaðnum Daily Event, Kevin McMaxford (Barry Humphries) vil gera alt fyri at fáa genturnar í ónáði, og filmsleikstjórin Piers (Alan Cumming) er alla tíðina í vegin fyri øllum. Tann valdsmikli maðurin Chief (Roger Moore), sum stendur aftan fyri sukseina hjá gentunum, vísir stórt forstáilsi fyri ynski teirra um, bert at halda frí onkuntíð. Men mitt í øllum rokinum og fyrireikingunum er besta veninda hjá gentunum, Nicola (Naoko Mori) við at eiga, og einki skal tarna teimum í at vera við til hesa stóru hending.
Tað verður kortini tíð til alt í hesi tempofyltu, musikalsku og undirhaldandi frásøgnini, har The Spice Girls við glimt í eyga fara so tætt at sær sjálvum og tí umhvørvi, tær eru partur av. Eitt ótal av kendum nøvnum eru við, eitt nú Elvis Costello, Stephen Fry, Bob Geldorf, Bok Hoskins, Elton John, Meat Loaf og Jennifer Saunders, sum øll gera filmin til eitt rættuligt veitslufýrverk.
Tey seinastu fýra árini hava Spice Girls rættulig tikið heimin við stormi, selt milliónir av plátum og lagt ein púra unikan stíl, sum er kendur allastaðni. Allar fimm genturnar vóru á einum máli um, at næsti stigið skuldi vera ein filmur. Táverandi managerin hjá teimum, Simon Fuller var við upp á hetta, og saman við beiggja sínum, manuskripthøvundanum, Kim Fuller, fór hann í oktober 96 undir eitt nýtt kapitul í søguni um tær heimskendu genturnar.