Spies strikar navnið hjá stovnaranum í marknaðarføring

Eftir DR-dokumentar ætlar ferðaskrivstovan Spies ikki longur at brúka navnið Simon Spies í marknaðarføring

 

Ferðasamtakið Spies fer framyvir ikki longur at brúka navnið hjá stovnaranum, Simon Spies, í marknaðarføring.

Tað sigur aðalstjórin í felagnum, Jan Vendelbo, við Jyllands-Posten eftir eina nýggja dokumentarrøð á DR, »Spies og morgenbolledamerne«, sum verður víst á DR1 nú klokkan 20:25.

Í DR-dokunetarinum verður greitt frá um, hvussu ferðakongurin Simon Spies gjørdi sær dælt av valdi og pengum sínum til at hava kynsligt samband við ungar gentur undir 18 ár. 

– Tann lýsing, sum er komin fram, hoyrir onga staðni heima. Vit taka frástøðu frá teimum gerðum, sum fóru fram í 1970'unum. Tað hevur einki við Spies Rejser í dag at gera ella okkara núverandi eigara ella leiðslu, sigur Jan Vendelbo við Jyllands-Posten.

 

##med2##

Tær ungu genturnar vórðu kallaðar »morgenbolledamer«. Bæði av Spies sjálvum, men eisini í slatribløðjnum, sum skrivaðu um lívið hjá ferðakonginum.

Sjálvt um tað eru 40 ár síðani, at Simon Spies doyði, hevur felagið til í dag brúkt hann í marknaðarføringin. Men felagið fer ikki at brúka Simon Spies í marknaðarføringini, sigur Jan Vendelbo við Jyllands-Posten.

Í kjalarvørrinum á dokumentarinum hava tær ungu genturnar, sum fingu pengar frá Simon Spies fyri kynsligt samband og harðskapsgerðir, kravt umbering frá Spies-samtakinum fyri tey, sum hevur verið teimum fyri.

 

##med3##

Jan Vendelbo, stjóri, leggur dent á fyri Jyllands-Posten, at »morgenbolledamurnar hoyra onga staðni heima«, men at Spies ikki kann geva kvinnunum eina umbering.

Tað var annars tað einasta, sum ofrini kundu vænta at fáa. Tað sigur Mads Pramming, advokatur, sum áður hevur umboðað millum annað Godhavnsdrengene og tey sonevndu eksperimentbørnini í Grønlandi.

– Tað ber ikki til at leggja nakra løgfrøðiliga ábyrgd á Spies-samtakið, tí málið er fyrnað, sigur hann við Ritzau.

Mads Pramming leggur dent á, at viðurkenningin í eini umbering hevði  verið tað týdningarmesta fyri tær, hann hevur ført málið fyri – ikki pengarnir.

/ritzau/

 

Ferðaskrivstovan Spies fer ikki longur at brúka Simon Spies í marknaðarføringini, sigur Jan Vendelbo, sum er aðalstjóri í felagnum, við Jyllands-Posten. (Arkivfoto). - Foto: Mathias Svold/Ritzau Scanpix