Sporðdrekin vann í dag 59-36 á Ravni, sum er av Toftum. Við sigrinum hevur Sporðdrekin, sum spælir sínar heimadystir í skúlanum á Argjahamri, vunnið seg í FM finaluna, ið verður í móti Hamar.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Sporðdrekin skuldi vinna dystin í dag við 4 stigum, fyri at tryggja sær finaluplássið. Tað bleiv ongantíð ordiliga spennandi, tí Sporðdrekin var greitt besta liðið í dag. Tað sæst eisini aftur á máltalvuni.
FM finalan verður 19. mars í høllini á Hálsi.