Tað gjørdist eftir øllum at døma ov nógv fyri Real Madrid verjuleikaran, Sergio Ramos, at Barcelona á heimavølli eyðmýkti Real Madrid 5-0.
Í yvirtíðini sparkaði hann fyrst Lionel Messi niður, og tá Barcelona leikararnir savnaðust kring hann, tók hann kvørkratak á Carlos Puyol, og tað førdi síðani eina útvísing við sær.
Á veg í skiftirúmið fekk Xavi eisini eitt slag frá Ramos.
Barcelona dagblaðið, Sport, kallar Sergio Ramos fyri harðrendan og ósportligan. Og tað er nakað um tað, tí hetta er 10. útvísingin í 175 dystum hjá Ramos.