Spreingja øll mørk

Størsti pallur nakrantíð. Streymnýtsla sum øll Sandoyggin. Ljóð og ljós uttan líka. Og heimskend nøvn á palli. Størstu nøvnini píska Summar Festivalin at spíla seg út sum ongantíð áður, og roknað verður við metstórari áhoyrarafjøld á Vágsbøi um vikuskiftið

Summar Festivalur

 

Hóskvøldið byrjar fjórði Summar Festivalurin. Og talan er um tann størsta nakrantíð. Stórar tekniskar útbyggingar eru gjørdar, bólkarnir á pallinum eru kendari og størri enn nakrantíð, og roknað verður eisini við metstórari áhoyrarafjøld til festivalin.

- Tað er í øllum førum nógv, sum bendir á, at talan verður um størsta festivalin nakrantíð. Vit hava selt nógv atgongumerki, og í allar mátar kenna vit ein ovurstóran áhuga fyri festivalinum. Soleiðis verður í ár talan um einar 90 kampingvognar, sum koma til Klaksvíkar, og bæð við bátum og tjaldplássum er talan um tøl, sum vit als ikki hava upplivað áður, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri tiltakið.

 

Stórar útbyggingar

Summar Festivalurin hevur rættiliga spílað seg út hesaferð, og tað hevur millum annað stórar tekniskar útbyggingar við sær.

Fyrst í vikuni rullaðu tríggir trailarar gjøgnum Norðoyatunnilin, og teir eru á tremur við útgerð, ið er komin úr Danmark og Týsklandi. Ein trailari varð við útgerð hjá Scorpions, og hinir báðir vóru við palli og ljóðanleggi.

Pallurin, ið er settur upp á Vágsbøi, er størsti pallurin, sum nakrantíð er brúktur í Føroyum. Hann er meira enn 300 fermetrar, og tað svarar til eini trý miðalstór sethús. Pallurin er fleiri ferðir størri enn undanfarni pallur.

Ljóðanleggið er munandi útbygt samanborið við undanfarin ár, og tað sama er galdandi fyri ljósini á pallinum.

 

Stóru dreingirnir krevja nógv

Streymnýtslan hjá Summar Festivalinum er ovurhonds stór. Ein nýggjur streymkaðal, ið varð lagdur til festivaløkið í fjør, skuldi eitast at verða nóg stórur til nøkta tørvin fleiri ár fram í tíðina. Men soleiðis var ikki.

Nýggjur kaðal er lagdur í ár, og hann er so stórur, at hann kundi veitt streym til alla Sandoynna, skuldi tað verið.

- Tað verður nógvur streymur brúktur til ljóð og ljós á festivalinum, og um tað er onkur í Klaksvík, ið situr heima á festivalinum, so er tað helst best ikki at tendra ketilin, meðan Scorpions spælir fríggjakvøldið, sigur Steintór Rasmussen skemtandi.

Ofta síggjast greinar í ymsum útlendskum miðlum, hvussu stóru útlendsku nøvnini krevja bæði líkt og ólíkt av fyriskiparunum, áðrenn nakar játtar at fara á pallin.

Og Steintór viðgongur, at krøvini, sum teir hava fingið í ár, eru størri, enn tey nakran tíð hava verið.

- Teir seta avgjørt nógvar treytir. Men tað er so eisini við til at banka festivalin upp á eitt enn meira proffessionelt støði. Bæði hvat viðvíkur ljóði, ljósi, teknikki og umstøðum annars.

Og tað eru ikki krøv, sum tit fata sum órímilig?

- Nei, als ikki. Kanska hugsaðu vit okkara onkra ferðina, tá teir settu krøv um, hvørjar bilar teir skulu hava, og hvussu teir skulu búgva. Men hinvegin skilir tú eisini, at krevja tað besta. Teir eru veruliga eitt heimsnavn, og tað vilja teir eisini, at áskoðararnir skulu merkja. Og tí vilja teir sjálvandi hava allar umstøður í rættlag.

 

Størsta kvøldið nakrantíð

At seinastu dagarnir hava verið dekan ov langir, er einki dulsmál, men tó ikki meira enn gott er, heldur Steintór. Í øllum førum sigur hann, at tað nú meira ræður um at fáa detaljur upp á pláss. Um stóru linjurnar ikki longu vóru greiddar, var kortini avmarkað, hvat kundi verið gjørt, nú bert hálvtannað samdøgur er eftir, áðrenn festivalurin byrjar.

Og so er tað sjálvandi veðrið. Tað hevur argað onkratíð, og Steintór dylur ikki fyri, at hann hevur verið dekan ov ofta í samband við beiggja sín, ið starvast sum veðurfrøðingur, seinastu dagarnar. Men hann hvørki vónar ella væntar, at hetta er nakað, sum kann oyðileggja tiltakið.

- Vit hava áður staðfest, at veðrið hevur ikki alt at siga. Sjálvandi er tað hugaligt, um veðrið er av tí allarfagrasta. Men hóast útlitini eru skiftandi, so bendir á, at tað verður so heilt hampuligt kortini.

- Men tekur tú festivalin í ár. Og tey nøvn og tað set-up, sum vit hava at bjóða. So vil eg siga, at fert tú ikki í býin bæði fríggja- og leygarkvøld eitt slíkt vikuskifti, so skilji eg als ikki, at tú býrt í Føroyum, sigur Steintór Rasmussen.