Springaradrápið: Nú mugu føroyingar rannsaka seg sjálvar

 

Tríggir danskir viðmerkjararar halda lítið um tað, sum fór fram á Skálafjørðinum sunnukvøldið

Føroyingar gjørdu alt ov nógv av, tá ið yvir 1.400 springarar vórðu hildnir til á Skálafirði sunnukvøldið. Tað halda tríggir viðmerkjararar á donsku sjónvarpsrásini, DR2. Eins og nógva aðrastaðni úr heiminum, heilt úr Avstralia, til Russlands og Ongland, og aðrastaðir við, hevur DR2 eisini tikið springaradrápið upp.

 

Men hóast viðmerkjararnir ikki taka undir við tí, sum fór fram, eru teir heldur ikki so fordømandi, sum aðrir viðmerkjarar eru. Eitt, teir eru samdir um, og tað er, at talið á springarum, sum vórðu hildnir til, var alt ov stórt.  

 

Ein av viðmerkjarunum, Claus Eichtrer, stjóri í Diabetisfelagnum í Danmark, hevur virðing fyri, at drepa grind, men hann heldur, at tað var rættiliga óbehagiligt at hoyra, hvussu nógvir springarar vórðu dripnir, og tað er rættiliga óbehagiligt at hoyra, at drápið kanska ikki gekk eftir vild. Men hann heldur, at nú er tíðin komin til sálvrannsakan í Føroyum, har landsstýrið umhugsar tær lógir og reglur, vit hava á økinum.

 

– Vakurt var hatta ikki, sigur hann.

 

Dennis Kristensen, fyrrverandi formaður í FOA, sum er felagið hjá almennum starvsfólk, skilur ikki, at vit framvegis drepa grind í Føroyum. Hann vísir á, at fiskimenn í Danmark, og í vesturheiminum annars, hava rættiliga strangar reglur at virka undir, og tí sigur hann, at tað undrar hann almikið, at vit framvegis drepa hval í Føroyum.

 

Søs Marie Serup, politiskur viðmerkjari og fyrrverandi fjølmiðlafólk hjá Vinstraflokkinum, heldur, at springarar hava eitt heilt serligt pláss í hjørtunum á fólki, tí fólk halda, at teir eru so klókir og fittir.

 

Hon heldur, at tað er lætt at øsa seg upp um, at yvir1.400 springarar eru dripnir í Føroyum – og at drápið kanska ikki hevur gingið so væl, sum ætlað.  Men hon leggur afturat, at hon nógv heldur seta tenninir í eitt dýr, sum hevur livað eitt frælst lív til tann dagin, tað verður avlívað, enn at seta tenninar í eitt dýr, sum hevur livað alt lívið í einum búri. Tað hoyrir eisini við til søguna, heldur hon - men springaratvøst hevði hon ikki etið, kortini.