Springarar: Vit skulu ikki slaka fyri trýstið

Vit skulu ikki lata okkum stýra av kenslum, ella av trýsti uttaneftir, heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Fara vit seta forboð fyri at drepa springara í Føroyum, verður tað næsta kravið, at vit eisini skulu banna grindadrápi. Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sannførd um. Tað sigur hon nú Havbúnaðarfelagið vil hava landsstýrið at banna springaradrápi í Føroyum, tí tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri okkara útflutning.

 

– Vilja vit standa saman um at verja rættindi okkara at veiða burðardygt, ber illa til at friða springara, uttan so, at stovnurin er hóttur, sigur Bjørt Samuelsen. Hon skilur væl, at alivinnan vil banna springaradrápi tí tað rakar sjálvandi meint, tá ið eitt illa umhugsað stórdráp á springara, kostar milliónir í útflutningi.

 

- Men sleppa vit prinsippinum um rætt okkara til at veiða havsins tilfeingi burðardygt, er tað bláoygt at halda, at tað so verður friður, sigur hon, Trýstið á grindadrápið hevur vart í áratíggju, við skiftandi styrki. Fáa tey trýst okkum at gevast at drepa  springara við handilsforðingum og mótmælum, riggar tað eisini at fáa okkum at gevast at  drepa grind, við at leggja enn størri trýst á Føroyar og føroyskar útflutningsfyritøkur, sigur Bjørt Samuelsen, 

 

– Tað er framhaldandi mín greiða støða, at vit eiga at halda fast í rættinum at troyta havsins tilfeingi. Og vit eiga ikki at lata kenslur ella trýst, hvørki frá umheiminum ella stórum fyritøkum, forða hesum rættinum, sigur hon. Hinvegin heldur hon, at tað liggur ein ovurhonds ábyrgd á okkum at tryggja, at veiðan er burðardygg og ábyrgdarfull. Tað má vera ófrávíkiligt, at vit fylgja galdandi reglum fyri skilvísari veiðu og at vit ikki taka meira av stovninum, enn ráðiligt er.

 

Tí skulu vit tryggja, at drápini altíð fara fram skjótt og effektivt, og uttan óneyðuga djórapínslu – og samstundis skal tað fáa avleiðingar, tá ið reglurnar ikki verða hildnar. Vit eiga at verja rætt okkara at troyta havsins tilfeingi tá ið tað er burðardygt, væl skipað og lógligt. Hóast tað ikki loysir trupulleikarnar hjá útflutningsvinnuni, eigur tað at gera stóran mun, at vinnan skjalprógvar fyri umheiminum, at talan er um burðardygga og ábyrgdarfulla veiðu, sigur Bjørt Samuelsen.