Tað eru limirnir í bólkinum, sum eru staddir í Føroyum, ið fara á pall leygarkvøldið 21. mars 2026. Hetta hendir á Jugga í Vági.
– Hetta er fyrst tog fremst ein roynd. Vit hava verið saman og vant og hugnað okkum nakrar ferðir, og kundu nú hugsað okkum at roynt okkum á palli, og tá er hóskandi við einum minni palli í útjaðaranum, og so kann annað møguliga koma seinni, siga limirnir í bólkinum.
Teir eru Ólavur Dam Jacobsen, Martin Tvede Zachariassen, Dagfinn Olsen og Dávur E. Sørensen.
– Vit kalla okkum Springs 2.0, tí her eru fleiri okkara, ið er búsitandi uttanlands, og tí ikki eru við. Og vit hava sæð, at bólkar hava nýtt henda leist, tá talan er um sameindan bólk, har allir limirnir ikki eru tøkir, siga limirnir í bólkinum.
Springs var ein sera virkin bólkur í áttatiárunum. Mest spældi bólkurin til dans kring landið, men var eisini við til ymisk onnur tiltøk, og var t.d. fastur gestur á ólavsøkukonsertunum í áttatiárunum.
Tað vóru floksfelagarnir í tí - tá sera lítla- skúlanum í Hoyvík, Ólavur, Dagfinn og Martin, ið settu bólkin á stovn. Tá teir seinni fóru í 8. flokk í Eysturskúlanum í Havn, funnu teir saman við Kára Joensen úr Nólsoy, og nakað seinni kom so nólsoyingurin Sonny Poulsen við, tá hann kom heim til Føroya úr Hirtshals. Á heysti 1984 tók ferðin av álvara dik á seg, og bólkurin spældi at kalla hvørt vikuskifti í fleiri ár kring landið. Frammanundan hevði tó ymiskt verið á skránni, t.d. tiltiknu bygdaveitslurnar í Hoyvík, har ungi bólkurin slapp at royna seg. Seinnu árini spældi bólkurin nógv í Kvøldloti í Havn, serliga hóskvøld og sunnukvøld, ið vóru stóru kvøldini.
Í 1989 gav bólkurin fløgu og band út, har t.d. løgini Lotið og Bøllefrø gjørdust kend. Frammanundan hevði bert bólkurin Frændur givið tónleik út á fløgu, og sum nummar tvey komu Springs og Dynamitt, og var hetta sama dag, so sum limirnir í Springs minnast hetta. Bólkurin Springs gavst í 1990.
Limirnir, ið ikki eru við, tí tey eru í útlondum, eru Sonny Poulsen, sum í dag er kendur countrytónleikari í Danmark, og sum hevur vitjað Countryfestivalin í Sørvági við bólkinum Jambaleya.
Kári Joensen fór tíðliga úr bólkinum og til Danmarkar, og í hansara stað kom Johan Dalsgaard við í Springs. Maðurin, sum øll í dag kenna sum Johan í Kollafirði. Johan helt fram og fekk undanvind sum solistur á tónleikaleiðini og er framvegis sera virkin í Danmark – og stundum í Føroyum eisini.
Tá útgáva kom við Springs í 1989, løgdu eisini Birna Jønsson, Hanus G. Johansen og Georg Eystan Á røddir til.
Dávur E, Sørensen er við í Springs 2.0, men var tó ikki beinleiðis virkin tónleikari í Springs, men var altíð við, har bólkurin var, og var frá byrjan floksfelagi við stovnararnar, og var tá eisini byrjaður at klimpra upp á guitar og tangentar. Í mun til onkrar av hinum í Springs 2.0, ið ikki hava havt ljóðførini á hondum í eini 36 ár, so hevur Dávur árini síðani hildið fram og ment seg, og er í dag sjálvsagdur at hava við, tá Springs 2.0 í dag er saman.
– Tá vit eru saman og hugna okkum við tónleiki, so er tað fyrst og fremst fyri at hava tað hugnaligt saman sum vinmenn, og leygarkvøldið vóna vit, at tey sum leita sær á Jugga, tíma at hugna sær við góðum tónum og góðum huglag, siga teir í Springs 2.0.











