Spurin fær svar

Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk

Í eini viðmerking til greinir mínar í "Vinnusíðunum" í Sosialinum um búskap og valuta og annað, sum har uppií hongur, setir Mannbjørn Jákupsson mær ein spurning.

Eg skrivaði 15. juni: "Fyri mongum árum síðani segði general de Gaull eisini "non", og parkeraði Frankaríki burturfrá EEC (sum tað kallaðist tá) í fleiri ár." Og soleiðis var tað.

Mannbjørn skrivar, at hetta má vera komið skeivt fyri, og heldur fram: "de Gaulle helt í áravís Bretland uttanfyri europeisku felagsskapirnir." Og tað er eisini rætt. Mannbjørn hugsar um viðurskiftini millum EEC og tey nýggju umsøkjaralondini, Bretland, Danmark og Norge. Har setti de Gaulle so harðar treytir fyri upptøku Bretlands, at ongin vón var um semju. de Gaulle dámdi ikki at USA gjørnum bretland skuldi fáa nakað at siga í EEC-høpi.

Ta hending, sum eg hevði í tonkunum, snúði seg meira um innanhýsisviðurskiftir í EEC. Í 1965 kom eitt politiskt útspæl frá kommisiónini millum annað um fígging av landbúnaðarskipanini. Tað hevði ført við sær, at EEC skuldi hava egnar inntøkur, og tað dámdi generalinum einki. Hann kallaði franska umboðsmannin í "Coreper", ein nevnd Bruxelles við føstum umboðum úr limalondunum, aftur. Haraftrat luttóku franskir ministarar ikki í ráðsfundum í fleiri ár. Fronsku stólarnir stóðu tómir, og tí kallaðist tiltakið "la politique de la chaisse vide.

Hendingin er viðgjørd á síðu 86-87 í frálíku bókini hjá Michael Seidelin "Den stenede vej mod unionen", sum kom út í fjør.

Annars sigi eg Mannbjørni takk fyri tey penu og sakligu orð um greinir mínar. Tað gleðir meg at lesarar fáa nakað burturúr, og at innihaldið ikki er heilt burturvið. Tað kann kanska til tíðir vera turrisligt. Eg skrivi ikki sum expertur, bara sum eygleiðari og journalistur.