Spurnarkapping á Café Natúr

Café Natúr skipar fyri ókeypis spurnarkapping hvørt mikukvøld kl. 21. Fyrsta kappingin verður í kvøld. Talan verða trý umfør hvørt kvøldið við 10 spurningum í hvørjum. Vinningurin fyri hvørt umfar er ein kanna av øli ella sodavatn frá Føroya Bjór.

Úr einum til fimm luttakarar kunnu vera á hvørjum liði. Besti einstaklingur ella lið í fyrsta ársfjórðingi vinnur høvðusvinningin, ið er ein býtúrur fyri fimm: Við limusinu at bowla, matskrá við fýra rættum á Hotel Føroyum og at enda VIP rúmið á REX ella Eclipse við drykkjuvørum.
 
Eftir umførini hvørt kvøldið verður eitt "super umfar" við trimum spurningum. Í hesum umfari kostar tað 20 kr. at luttaka og spælt verður um eitt gávukort, ið er minst 5000 kr. Upphæddin, ið inn kemur hvørt kvøldið verður so løgd afturat. Er eingin vinnari, verður upphæddin standandi til mikukvøldið eftir.
 
Fartelefonir eru strangliga bannaðar, og ein verður uttan ávaring koyrdur úr kappingini, um hetta ikki verður fylgt.