Spurningar og svar um Nýkrím – fyrr svínakrím

Alt, tú hevur tørv á at vita um nýggja krímið

Nýkrím

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Hvørji eru sjúkueyðkennini?

Eyðkennini eru sum við vanligum krími við brádliga íkomnum fepuri, eyðkenni í andaleiðini, pínu í vøddum og høvuðpínu. Leyst lív (diarré) og andaneyð kunnu eisini fyrikoma. Sum við vanligum krími kunnu meira álvarsligar sjúkur eisini koma fyri. Tó vita vit ikki enn, hvussu ofta hetta kemur fyri og hvør er í størsta vanda fyri at verða álvarsliga sjúkur.


Hvussu smittar nýggja influensan?

Krímvirus smittar sum dropaborin smitta frá persóni til persón við tøttum sambandi, eitt nú í dropum við hosta og njóstur. Tað kann eisini vera talan um smittu við beinleiðis røring, har virus í floti frá andaleiðini verður flutt umvegis hendurnar til eygu ella nøs. Óbeinleiðis smitta gjøgnum dálkaðar yvirflatur kann møguliga koma fyri, men enn er eingin viss vitan um hetta.


Hvussu verjir tú teg móti smittu?

Í so víðan mun tað er gjørligt eigur tú at sleppa tær undan samband við sjúk fólk. Um tú ferðast til øki við smittuspreiðing, eigur man at sleppa sær undan størri mannamúgvum (eitt nú í metro osf.). Harafturat er tað umráðandi at vaska hendur við jøvnum millumbili.


Virkar maska / munnbind móti smittu?

Tað eru ongar kanningar, ið vísa at maska ella munnbind verjir røsk móti smittu frá tilvildarligum framviðferðandi. Heilsustarvsfólk, ið kanna fólk, ið eru undir illgruna fyri at verða smittað, eiga at vera í persónligari verndarútgerð, herundir masku ella munnbind. Persónar, ið eru undir illgruna fyri at verða smittað, eiga at bera munnbind fyri ikki at smitta onnur.


Kann tað viðmælast at fáa sær masku ella munnbind?

Nei, tað eru bert persónar við beinleiðis røring við sjúklingar, sum skulu nýta masku ella aðra verndarútgerð.


Hvussu leingi kann nýggja krímið smitta?

Fólk við krími smitta frá degnum áðrenn tey fáa sjúkueyðkenni og upp til sjey dagar eftir, at sjúkan er byrjað. Børn, og serliga smábørn, kunnu smitta longri.


Hvussu long er viðgongutíðin?

Tíðin frá smittu til tey fyrstu sjúkueyðkennini er fyri aðrar krímvirur 1 til 3 dagar. Fyri nýggja krímið er viðgongutíðin ikki enn fastløgd. Tí verður inntil víðari roknað við upp til sjey dagar.


Hvør er í vanda í Føroyum fyri at verða smittað við nýggja kríminum?

• Fólk við sjúkueyðkennum, ið líkjast vanligari krími, ið innan fyri 7 dagar er komin heim úr londum við staðfestum tilburðum av H1N1 krími.

• Fólk við sjúkueyðkennum, ið líkjast vanligum krími, ið innan fyri 7 dagar hava verið í beinleiðis sambandi við fólk við váttaðum ella illgruna um H1N1 krími.


Hvussu álvarsligt er nýggja krímið?

Eins og við øðrum sløgum av krími kann nýggja krímið vera ymiskt frá mildum til álvarsligt. Enn er ov tíðliga at siga, um nýggja virusið kann menna seg í mildari ella álvarsligari rætning.


Hvussu skal eg fyrihalda meg eftir heimkomu frá landi við nýkrími?

Um tú ert raskur/røsk, eru eingi varsemisráð.

Við sjúkueyðkennum til krím skal man í dagtímunum ringja til læknan hjá sær og í náttartímunum til læknavaktina. Um læknin metir, at vandi kann vera fyri smittu við nýkrímsvirusi, verður avtala gjørd um at taka eina roynd.

Tað er umráðandi, at sjúk fólk ikki møta upp í bíðihølunum hjá læknanum, tá vandi kann vera fyri at smitta mong menniskju.


Hvussu verður nýggja krímið viðgjørt?

Vanliga krevur krím ikki viðgerð.

Nýggja krímvirusið er viðkvæmt fyri Oseltamivir (Tamiflu).

Tað er uppgáva hjá lækna at taka støðu til møguliga viðgerð.


Er tað eitt gott hugskot at nýta Tamiflu fyribyrgjandi?

Sundhedsstyrelsen mælir heilsustarvsfólki og vanligum fólki frá at nýta fyribyrgjandi Tamiflu. Tey einastu, ið mælt verður til nýta fyribyrgjandi viðgerð, eru fólk, ið hava havt beinleiðis samband við sjúklingar, sum eru í viðgerð orsakað av illgruna um smittu við nýggja kríminum. Tað er umráðandi at læknar ikki ókritiskt útskriva Tamiflu ella onnur virusevni.


Finst nøkur koppseting móti nýggja kríminum?

Enn finst eingin koppseting móti nýggja kríminum. Landsapotekarin upplýsir, at ein koppseting verður klár um tveir til tríggjar mánaðir.


Kann mann fáa nýggja krímið við at eta svínakjøt?

Nei, tað er ikki gjørligt at fáa krímið av at eta hitaviðgjørt svínakjøt ella aðrar vørur av svínakjøti.


Er tað trygt at ferðast til øki, har nýggja krímið er staðfest?

Fólk, ið hava ætlanir um at ferðast til lond við staðfestari smittu av nýggja kríminum, verða mælt til at halda seg dagførd inni á relevantum heimasíðum (Statens Serum Institut, Udenrigsministeriet, WHO og heilsumyndugleikunum hjá umtalaðu londunum).



Nýkrím á heimsplani

Kring allan heimin eru sambært heimsheilsustovninum hjá ST, WHO, staðfestir 94512 tilburðir av Nýkrími og tilsamans 429 deyðsføll av hesum.

Tilburðir av Nýkrími, ið eru immunir fyri Oseltamivir (Tamiflu) eru staðfestir í Danmark, Japan og Hong Kong. Tilburðirnir vóru hjá trimum fólkum, ið høvdu mjúk sjúkueyðkenni, og sum øll eru komin fyri seg aftur.

Virurnar, ið vóru immunar fyri oseltamivir (Tamiflu), reageraðu upp á zanamivir (Resilenza), og verða mett sum støk føri. Tí verður eingin broyting gjørd viðvíkjandi viðgerðini av Nýkrími.