Spurningur um at finna semju millum partarnar

Formaðurin í Starvsmannafelagnum er fegin um útspælið hjá Tjóðveldisflokkinum í seinastu viku. Hann metir, tað er møguleiki fyri eini semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, hóast royndirnar hava verið ringar.

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, gjørdi rættiliga vart við seg í fjølmiðlunum í farna vikum um uppskotið hjá Bjarna Djurholm. Fyrst sýttu teir fyri at møta á kunnandi fundinum hjá Vinnumálaráðnum, og síðan hava tær latið fjølmiðlunum tíðindaskriv, har teir boðaðu frá, at teir undir ongum umstøðum kundu taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at felagið er fegið um, at Tjóðveldisflokkurin nú greitt hevur meldað út, at teir ikki góðtaka framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm í málinum.

Vit hava havt viljan
Hóast Jan Mortensen sigur seg hava ilt við at trúgva, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum fara at finna fram til semju, so er Gunnleivur Dalsgarð bjartskygdari. Vit vísa honum á allar tær miseydnaðu royndirnar, ið eru gjørdar fyri at finna semju, men kortini trýr formaðurin í Starvsmannafelagnum upp á møguleikan.
? Tað hevur aldrin skortað á viljan hjá fakfeløgunum, men trupulleikin hevur verið, at tað aldrin hevur verið ein veruligur dialogur, tí útspælið frá vinnumálaráðnum hevur verið eitt liðugt uppskot, og tað kundu vit als ikki góðtaka, greiðir Gunnleivur Dalsgarð frá.
Hann sigur, at fakfeløgini settu fram ynski um ein víðkaðan gerðarrætt, men arbeiðsgevararnir halda fast um ein arbeiðsrætt, og tað kunnu fakfeløgini undir ongum umstøðum góðtaka. Hann vísir á, at gomlu uppskotini frá landsstýrismanninum í Vinnumálum í árunum 1990, 1997, 1998, 2001 og núverandi uppskot øll leggja seg at einum arbeiðsrætti, og tað kunnu fakfeløgini snøg sagt ikki góðtaka.
? Spurningurin er um at finna semju. Tað er púra burturvið at halda, at vit fara at góðtaka ein rætt, ið skal kriminalisera arbeiðararnar, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at verður ein bólkur settur at finna semju, so hevði tað verið nátúrligt hjá fakfeløgunum, at tey skutu upp at seta ein víðkaður gerðarrættur á stovn, tí flestu feløgini ynskja eina broyting á økinum,
?Landsstýrismaðurin finnur so ikki nakra semju millum partarnar við at lóggeva yvir høvdinum á teimum, og tí halda vit fast við tað, vit boðaðu frá í seinastu viku, at landsstýrismaðurin átti at tikið uppskotið aftur, og okkara inniliga áheitan má verða at lata partarnar sjálvar finna semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Samráðast framvegis
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið samráðast framvegis um nýggjan sáttmála. Sáttmálin partanna millum gongur út 1.oktober. Gunnleivur Dalsgarð vil einki siga um hvussu gongur við samráðingunum.
Hann fegnast, um at báðir partar eru sinnaðir at finna fram til eina semju um, hvussu trætur skulu loysast í framtíðini, og sum skilst so verður tann spurningurin eisini umrøddur. ?Tað er avgjørt positivt, at báðir partar vilja diskutera spurningin, sigur Gunnleivur Dalsgarð at enda