Spyr nú hvussu leingi vit skulu bíða

Løgtingskvinna vil hava Helga Abrahamsen at siga, hvussu hann ætlar at ætlanin verður fylgd

Nær fáa vit ein nýggjan veðurlagspolitikk. Tað er spurningurin, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vísir á, at veðurlagspolitikkurin, vit høvdu, gekk út um 31. desember og sostatt hava vit ongan ítøkiligan veðurlagspolitikk í dag. Hon vísir eisini á, at Helgi Abrahamsen hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einum nýggjum veðurlagspolitikki.

Men nú vil Hervør Pálsdóttir hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu hetta arbeiðið gongur og hon spyr eisini, nær ætlanin er at bjóða øllum flokkum við í arbeiðið fyri at fáa alt Løgtingið at  semjast um ein veðurlagspolitikk.

Men løgtingskvinnan vil eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri tryggja sær, at veðurlagspolitikkurin verður fylgdur, soleiðis at vit røkka málinum at minka um okkara útlát.