Spyr um ferðslutrygdina við skúlan á Giljanesi

Tingkvinna spyr um ferðsluviðurskiftini gjøgnum Vága kommunu og rundkoyringin á Giljanesi

Tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur setti Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum ein grein 52a fyrispurning um ferðsluviðurskiftini í Vága kommunu.

Spurningar hennara eru soljóðandi:

1. Eru ætlanirnar um at betra um ferðslutrygdina gjøgnum Vága kommunu útsettar ella sleptar?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá støðuni viðvíkjandi rundkoyringini á Giljanesi, og nær kann arbeiðið at gera rundkoyringina byrja?

Í viðmerking til spurningin vísir Eyðdis Hartmann Nicalsen á, at byggingin av skúlanum á Giljanesi varð liðug nú í vár, og eftir summarfrítíðina byrjaðu øll skúlabørnini í kommununi í skúlanum.

– Tað merkir, at nú eru fleiri enn 300 børn, sum ferðast til og frá skúlanum, og ferðslan er økt nógv - og tí eru ferðsluvandarnir eisini vorðnir størri, sigur hon.

– Tað eru fleiri ár síðani, at mann í kommununi gjørdi ætlanir saman við Landsverki um at gera eina rundkoyring, og nú skúlin stendur liðugur, er hetta meiri átrokandi enn nakrantíð. Sum nú er, er bara inn- og útkoyring beinleiðis úr høvuðsæðrini, har útsýnið er sera avmarkað, og tí er vandi á ferð hvønn dag - so at siga, sigur tingkvinnan hjá Sambansflokkinum.

– Har er ongin skilagóð og trygg loysn, sum kommunan kann gera sjálv. Vegakervið má vera nútíðarhóskandi til øktu ferðsluna gjøgnum økið.

– Flogvøllurin verður útbygdur, og ferðavinnan stendur í støðugum vøkstri, so tað er alneyðugt við einari loysn nú. Tað er brúk fyri, at mann tekur avbjóðingarnar í Vága kommunu í álvara og skipar ferðsluna á landsvegnum væl og trygt. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.