Ísrael aftur skotið inn í Sýrialand

Aftur í dag hava ísraelskir stríðsvognar skotið granatir inn í Sýrialand. Tað verður gjørt, tí ein sýrisk rakett varð skotin inn í Golan-herurnar, sum Ísrael tók frá Sýrialandi í krígnum í 1967. Ísraelska herleiðslan sigur, at stríðsvognarnir skutu eftir sýrisku støðini, sum skeyt rakettina, og at stríðsvognarnir raktu málið.

Støðan hevur verið rættiliga spent á markinum millum tey bæði londini teir seinastu dagarnar, eftir at fleiri sýriskar granatir eru endaðar í tí avvápnaða geiranum við markið. Í gjár valdu ísraelsmenn at svara aftur, og hetta var fyrstu ferð síðani 1972, at ísraelski herurin hevur skotið inn um sýriska markið.

Ísraelska herleiðslan hevur sagt, at tað er einki, sum bendir á, at tær sýrisku granatirnar vóru ætlaðar ísraelskum málum, men í dag skal ein hernaðarlig kelda hava sagt, at herleiðslan er ikki so sannførd um hetta longur.