Ísraelski herurin fór í morgun undir at byggja ein múr á markinum millum Ísrael og Libanon. Múrurin verður nakrar kilometrar langur og er ætlaður at verja ísraelska býin Metulla ímóti álopum frá byrdumonnum í libanska býnum Kfar Kila, sum er beint hinumegin markið.
Ísraelska útvarpið sigur, at múrurin verður bygdur sambært avtalu við ST og libanska stjórnarherin. Arbeiðið at byggja múrin er mett at taka nakrar vikur.
Støðan á markinum millum Ísrael og Libanon hevur verið spent síðani 2006, tá bardagar vóru millum ísraelska herin á Hizbollah í Libanon. Hesi árini hava umleið 1.200 libanmar og 160 ísraelsmenn latið lív í álopum.