Tzipi Livni, sum er uttanríkisráðharri í Ísrael og formaður í stjórnarflokkinum Kadima, vil ikki, at Ísrael skal venda aftur til markið undan krígnum í 1967
Tzipi Livni tók herfyri við sum formaður í Kadima, men í gjár segði hon, at hon kennir tað ikki sum sína skyldu at halda fráboðaninar frá undanmanni sínum, Ehud Olmert, um at Ísrael er sinnað at fara aftur til landamarkið undan krígnum í 1967 fyri at fáa varandi frið við palestinar. Tað skrivar blaðið Ha´aretz.
-Sum formaður í Kadima eri eg ikki bundin av yvirlýsingunum hjá fráfarandi forsætisráðharranum. Eg fari heldur at halda meg til stevnuskrá floksins, tí tað er hon, sum ger av, hvussu friðarsamráðingarnar fara at halda fram, segði Tzipi Livni.
Hon sigur, at tað ber ikki til at tveita lykilin yvir á hin bakkan og so bara vóna tað besta, og tað ber serstakliga ikki til, tá vit tosa um Judea og Samaria, sigur hon. Hon ásannar samstundis, at ísraelsmenn sleppa ikki undan at gera eina semju við palestinar, um ísraelsmenn skulu kenna seg trygg.
Ehud Olmert er tann fyrsti ísraelski stjórnarleiðarin, sum hevur sagt seg vera til reiðar at góðtaka at venda aftur til markið undan junikrígnum í 1967.