Ísraelska stjórnin sat á kreppufundi í gjárkvøldið og umrøddi støðuna, eftir at víðgongdir palestinar høvdu kunngjørt, at teir høvdu tikið ein særdan ísraelskan hermann.
-Vit fara at svara hesum álopinum á ein hátt, sum skal fáa mótpartin at skilja, at slíkt hevur avleiðingar, og vit eru til reiðar at brúka alla okkara megi, segði Amir Peretz, verjumálaráðharri, aftan á fundin.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1994, at palestinar hava megnað at burturflyta ein ísraelskan hermann. Ísraelska herleiðslan váttaði í gjár, at tann 19 ára gamli Gilad Shalit var burturfluttur. Herleiðslan legði afturat, at Mahmoud Abbas, forseti, og Hamas-stjórnin hava ábyrgdina av lívi og heilsu hansara.
Eygleiðarar í Miðeystri siga, at ósemja er í Hamas um burturflytingina. Tann hernaðarligi vongurin segði seg fegnast um avrikið hjá sínum limum, men tann politiski vongurin fanst at burturflytingini.
Ísraelska fregnartænastan heldur, at tað var Hamas-deildin í Damaskus, sum skipaði fyri burturflytingini, og at endamálið er at órógva samráðingarnar millum Hamas-stjórnina og Mahmoud Abbas, forseta.
Fleiri royndir verða gjørdar at forða fyri, at Ísrael skal gera innrás í Gaza. Egyptaland hevur sent diplomatar til Gaza at royna at fáa tann ísraelska hermannin leysan, og ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzippi Livni, hevur tosað við ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, amerikanska uttanríkisráðharran, Condoleezza Rice, og fleiri evropeiskar uttanríkisráðharrar um støðuna.
Tíðindastovurnar skriva, at burturflytingin var sera væl løgd til rættis. Burturflytararnir komu ígjøgnum ein 300 metrar langan tunnil, sum endaði beint í einari ísraelskari herstøð. Burturflytararnir vóru átta í tali. Tveir teirra doyðu í skotbardaga við ísraelsku hermenninar, men tað eydnaðist hinum at taka Gilad Shalit við sær niður í tunnilin og til Gaza.