Spenningurin millum Ísrael og palestinar veksur í hvørjum, og ísraelski heryvirmaðurin Benny Gantz skrivar á heimasíðuni hjá ísraelska herinum, at eitt hernaðarligt átak ímóti Palestina kann vera beint fyri framman.
-Okkurt kann henda á landjørðini í kvøld, skrivar Gantz, sum er limur í teirri ovastu herleiðsluni.
Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Barak, segði í kvøld, at hann er í ferð við at fáa heimild frá stjórnini fyri at geva boð um at senda boð eftir 75.000 monnum úr eykaherinum. Frammanundan hevur hann fingið heimild til at senda boð eftir 30.000 hermonnum.
Hamas hevur sent fleiri rakettir ímóti Jerusalem í kvøld, men sambært altjóða tíðindastovunum hevur eingin fingið skaða.