Amerikanski forsetin, Barack Obama, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, vilja hava friðarsamráðingarnar við palestinararnar tiknar uppaftur, og sambært amerikanska forsetanum kunnu partarnir halda tann fyrsta fundin í næsta mánað.
Netanyahu var í gjár í Hvítu Húsunum í Washington og tosaði við Obama. Aftan á fundin segði ísraelski forsætisráðharrin, at tíðin er komin til at taka samráðingarnar við palestinararnar uppaftur.
Samráðingarnar slitnaðu í desember í 2008, tá Ísrael fór undir eitt álop á Hamas í Gaza-geiranum fyri at forða Hamas at skjóta rakettir inn í Ísrael.
Aftan á fundin í gjár rósti Obama ísraelska stjórnarleiðaranum fyri at hava givið palestinunum í Gaza-geiranum eitt sindur betri møguleikar at fáa fatur á neyðsynjarvørum og øðrum.
Viðurskiftini millum USA og Ísrael hava verið heldur kaldlig í seinastuni, men politiskir eygleiðarar í Washington siga, at fundurin í gjár vísti, at viðurskiftini eru batnað.