Ísraelsku álopini í Gaza halda fram

Ísrael heldur fram við at skjóta rakettir inn í Gaza-geiran, og aftur í morgun hava fólk ligið eftir á Í morgun vórðu tríggir palestinesarar dripnir, tá bilurin, teir koyrdu í, varð raktur av einari ísraelskari rakett.

Ein hernaðartalsmaður í Ísrael sigur, at tað vóru Hamas-limir, sum koyrdu í bilinum, og at bilurin var fullur av spreingievnum.

Ein mekaniskur verkstaður í býnum Beit Lahiya varð í morgun eisini oyðilagdur av ísraelskum rakettum, men í hesum álopinum lá eingin eftir á.

Hesi bæði seinastu álopini eru partur av eini røð av ísraelskum rakettálopum, sum byrjaðu mikudagin.

Ísrael sigur, at álopini eru vend móti Hamas-málum í Gasa-geiranum.

Í gjár vórðu í minsta lagi fýra palestinersarar dripnir í álopunum.

Talsmaður fyri ísraelska herin sigur, at rakettirnar í gjár vórðu skotnar móti málum, har palestinersarar hava sonevndar ?gassamrakettir? standandi, ið skotnar verða móti Ísrael.

Lokalar keldur í Palestina siga hinvegin, at ísraelsku rakettirnar í gjár raktu vanlig sivilfólk.

Í gjár varð ein 15 ára gamal drongur dripin, tá ein ísraelsk rakett varð skotin móti einum kirkjugarði í flóttarfólkaleguni Jabalya, men eisini her siga ísraelsmenn, at talan var um eina útskjótingarstøð fyri ?gassamrakettir?.

Í gjár skutu hernaðarligir palestinesarar slíkar heimagjørdar rakettir móti Ísrael, men sum skilst, eru hesar ikki serliga neyvar.